Tveir dagar eftir stóru skurðviðgerðina, kundi Lawrence Faucette sita uppi og fortelja stuttligar søgur, soleiðis sum myndin omanfyri vísir, her hann hevur vitjan av konu síni.

Maður við grísahjarta

Fyri aðru ferð í søguni hevur ein maður fingið eitt grísahjarta. - Hetta gevur mær í minsta lagi eina vón, sigur 58 ára gamli amerikumaðurin.

 

Tveir dagar eftir stóru skurðviðgerðina, kundi Lawrence Faucette sita uppi og fortelja stuttligar søgur, soleiðis sum myndin omanfyri vísir, her hann hevur vitjan av konu síni.

Tað er bara einaferð hent áður, at eitt mannahjarta er skift út við eitt hjarta úr grísi. Í fyrstu royndini gekk væl teir fyrstu mánaðirnar, men sum tíðin leið, doyði maðurin.

 

58 ára gamli amerikumaðurin, Lawrence Faucette, sum nú hevur fingið eitt grísahjarta, hevði helst doyð við sínum egna hjarta, um hann ikki valdi møguleikan við grísahjartanum.

 

Tíðindastovan AP veit at siga, at tá maðurin hevur aðrar sjúkur, kundi hann ikki fáa eina vanliga hjartatransplantatión. Haraftrat kemur, at tørvurin á hjørtum í USA til transplantatiónir er stórur.

 

Tveir dagar eftir stóru skurðviðgerðina, kundi Lawrence Faucette sita uppi og fortelja stuttligar søgur, soleiðis sum myndin omanfyri vísir, her hann hevur vitjan av konu síni.

 

Næstu vikurnar kunnu gerast truplar hjá tí 58 ára gamla, men læknarnir á universitetssjúkrahúsinum í Maryland eru ovfarnir av, hvussu væl tað hevur gingist hjá manninum við grísahjartanum higartil.

 

##med2##

 

- Hvussu kann eg snakka við nakran, sum hevur eitt grísahjarta, sigur læknin, Bartley Griffith, brosandi við tíðindastovuna, AP. Tað er hann, sum hevur staðið fyri stóru skurðviðgerðini.

 

Í januar í fjør gjørdist ein 57 ára gamal maður hin fyrsti, sum fekk eitt grísahjarta. Hóast hjartað virkaði væl tær fyrstu vikurnar, gjørdist hann illa fyri, tá tveir mánaðir vóru farnir, og hann doyði nakrar dagar seinni.

 

Lawrence Faucette sigur, at hann veit um, hvussu tað gekst hesum manninum, men hann heldur kortini, at hetta er hansara besti møguleiki at yvirliva.

 

- Eingin veit, hvussu tað fer at ganga frá nú og frameftir. Men, nú havi eg so í minsta lagi eina vón, sigur hann og verður stuðlaður av konu síni, sum er á vitjan.

 

Hon leggur aftrat, at tey hava ongar væntanir aðrar enn eina vón um at fáa meira tíð saman.

 

 

 

 

 

Tveir dagar eftir stóru skurðviðgerðina, kundi Lawrence Faucette sita uppi og fortelja stuttligar søgur, soleiðis sum myndin omanfyri vísir, her hann hevur vitjan av konu síni.