Maður við luftbyrsu tikin í Kastrup

Væl mannað løgreglulið var at síggja á flogvøllinum í Kastrup í dag

Seinnapartin í dag rykti løgreglulið út til eina fráboðan av flogvøllinum í Kastrup í Danmark.

 

Tað skrivar Ritzau.

 

Har var ein maður sæddur við skotvápni, og fleiri ringdu at boða frá.

 

Løgreglan handtók stutt fyri klokkan fimm ein mann, sum hevði eina luftbyrsu og ein luftpistól hjá sær. Eingin fekk skaða.

 

Enn veit løgreglan ikki, hví maðurin hevði vápn hjá sær. Tey eru við at kanna hendingina.