Maðurin skal sendast av landinum aftur

Í gjár kom ein ferðamaður við Norrønu við følskum passi

Tá ið Norrøna kom á Havnina úr Hirtshals í gjár, varð ein útlendskur ferðamaður tikin, tí hann hevði falskt pass. Løgreglan sigur, at tá ið hann varð kannaður, hevði hann eisini ymisk onnur pappír upp á sær við ymsum nøvnum og ymsum føðingardøgum.

 

Í slíkum førum verða fólk send av landinum aftur og tað verður hesin eisini. Maðurin varð tikin á støðina og í dag fer hann so fyri rættin við umbøn um, at hann verður fongslaður tríggjar ferðir 24 tímar.

 

Hesa tíðina skal løgreglan so royna at at fáa greiði á hvør hann í roynd og veru er, umframt at skipa fyri flutningi til Danmarkar og móttøku har, tá ið hann kemur.

 

Løgreglan sigur, at tey vita, at maðurin er onkustaðni úr miðeystri og tey vita eisini, at seinastu árini hevur hann verið rættiliga nógv í Svøríki. Nú hann kom við Norrønu, var tað tí at hann ætlaði sær til Íslands. Tey vita ikki, ví hann ætlaði sær til Íslands, men hann hevur ikki biðið um politiskt friðskjól.