Magne fekk ikki Daniel við til Lyngby

Magne Hoseth má klára seg uttan Daniel Berg Hestad í Lyngby

Lyngby hevur keypt Magne Hoseth frá KÍ fyri 400.000,- krónur. Í KÍ var tað vinmaðurin og metmaðurin í norskum fótbólti, Daniel Berg Hestad, sum var hjálaprvenjari.

 

Tað verður hann ikki í Lyngby, tí felagið hevur Mads Kristensen og Mikkel Beckmann sum hjálparvenjarar og vil ikki lata teir fara.

 

- Eg tosaði við Magne og hann vildi gjarna hava meg við, men felagið ynskti tveir av sínum egnu. Hann fekk møguleikan til eitt áhugavert starv í Superliguni. Hann mátti taka eina avgerð og um hann kravdi sítt egna venjaratoymið, so hevði hann kanska ikki fingið starvið, sigur Daniel Berg Hestad til Adresseavisen.

 

KÍ setti í gjár norska Haakon Lunov sum avloysara fyri Magne Hoseth.