Magne hevur framvegis ikki tapt

Næsta avbjóðingin hjá fyrrverandi KÍ venjaranum verður á útivølli í Klaksvík

Í kvøld vann B36 tryggan 3-0 heimasigur ímóti Skála. Hetta var fjórði dysturin, síðani Magne Hoseth tók um stýrisvølin í syðra enda í Gundadali, og tølini siga, at tað higartil hevur gingið sær.

 

Við 3-0 heimasigri ímóti TB eydnaðist tað at vinna pláss í steypafinaluni.

 

Í landskappingini var tað vónbrot, tá ið tað tveir dagar eftir, at Magne Hoseth var komin í Gundadal, endaði 1-1 ímóti B68. Síðani vann B36 4-3 í Fuglafirði, og í kvøld endaði tað við 3-0 heimasigri ímóti Skála.

 

Úrslitið í kvøld ber við sær, at B36 styrkir um sína støðu í kappingini um fjórða plássið. Tað eru nú tvey stig fram til NSÍ. Í síðsta umfari undan summarsteðginum fer B36 til Klaksvíkar, har Magne Hoseth fer at dystast við teir, sum hann í fjør var við til at vinna FM saman við.

 

Sammett við fyri einari viku síðani í Fuglafirði vóru onkrar skiftingar á B36 liðnum. Silas Eyðsteinsson var millum stólparnar, og Gutti Dahl-Olsen, Marius Kryger Lindh og Bjarki C. Nielsen vóru millum teir fyrstu ellivu.

 

Gutti Dahl-Olsen setti hol á, tá ið eitt korter var farið. Hetta var triðja málið hjá Gutta í ár, og hetta var fyrsta málið hjá honum síðani 13. mai.

 

Marus Kryger Lindh økti um munin til 2-0 dygst undan steðginum. Hann er B36 toppskjútti við sjey málum. Mattias J. Hellisdal staðfesti 3-0 sigurin miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hetta var triðja málið hjá honum í ár.

 

Skála hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar. Skálamenn vóru ongantíð niðurspældir, hóast teir bara høvdu eina roynd á málið hjá Silasi Eyðsteinsson og fýra ferðir sendu bóltin framvið málinum.

 

Í síðsta umfari undan summarsteðginum fer Skála mikukvøldið at spæla á heimavølli ímóti B68. Tá verður talan um sannan lykladyst, tí í løtuni hevur B68 á áttanda plássi 10 stig, meðan Skála á sjeynda plássi hevur 13 stig.