Í gjár hittust Magni Arge, fólkatingslimur, og danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, til kjak á donsku útvarpsrásini, DR P3.
- Góðan morgun, siga teir báðir við hvønn annan á føroyskum. Eisini verturin roynir seg á føroyskum, og hann er hugtikin av, at Lars Løkke Rasmussen dugir eitt sindur føroyskt. Forsætisráðharrin roynir seg enn einaferð, men Magni Arge heldur, at hann kundi brúkt nakrar tímar av undirvísing frá sínari føroysku vermóðir. Lars Løkke Rasmussen er giftur Sólrun Jákupsdóttir Rasmussen.
Annars kjakaðust teir um donsk/føroysk viðurskifti og ríkisfelagsskapin, og prátið gekk eisini um fólkatingsvalið, sum í seinasta lagi verður 17. juni í summar. Magni Arge hevur ikki tikið støðu til, um hann fer at stuðla Lars Løkke Rasmussen (Venstre) ella Mette Frederiksen (Socialdemokraterne), men sigur í sendingini, at sín stuðul er treytaður av, hvør teirra fer at geva føroyingum mest sjálvbjargni. Hann er til reiðar at stuðla stjórnini, sum vil lata Føroyum suverenitet í uttanríkispolitikki og mælti til somu skipan millum Føroyar og Danmark, sum Ísland fekk í 1918.
Tað ber til at síggja stutt videobrot frá sendingini á heimasíðuni hjá DR her.