Tónleikurin er innspældur í Nashville, og sigst hetta at verða ein av bestu contryfløgunum, føroyingar hava givið út. Magni hevur áður givið út fýra fløgur.
Á fløguni eru 10 sangir. 4 eru kendir gamlir missiónssangir. Martin Joensen úr Vestmanna hevur skrivað tekstirnar til 4 sangir, Hilmar Jan Hansen hevur skrivað ein, og ein hevur Hjørleif Gaard umsett úr enskum.
Løgini til nýggju sangirnar hava Jákup Zachariasen og Magni Christiansen gjørt.
Í sambandi við útgávuna verða útgávukonsertir runt um í landinum. Tann fyrsta verður í Vestmanna leygarkvøldið 17. november klokkan 20.00 har eisini høvi verður at keypa fløguna.