Magni Jarnskor hevur spælt fótbólt í ein mansaldur, og hann ætlar at spæla aftur næsta ár.
Magni trakaði sínar fyrstu gaggur sum 7 ára gamal. Hann hevur altíð spælt við GÍ, uttan eitt ár, tá ið hann royndi seg í Slagelse í Danmark.
Hann spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá GÍ í 1984. Tá var hann einans 15 ára gamal.
Upplivdi Landskrona
Magni hevur gjøgnum hesi árini upplivað mangt ymiskt við GÍ. Hann var ein partur av liðnum, sum fyrst í 1990´unum vann alt, sum kundi vinnast.
Hann var eisini við landsliðnum í Landskrona, tá ið teir vunnu 1-0 móti Eysturríki.
- Tað var ótrúligt. Eg spældi ikki inni sjálvur, men tað var eitt sera gott upplivilsi at vera við. Tað er heilt vist ein av minniligastu løtunum sum fótbóltsspælari, sigur Magni.
- Tað var ein ógloymandi heimferð úr Landskrona. Tað tóktist sum, at allar Føroyar stóðu úti á vegnum og fagnaðu okkum, tá ið vit koyrdu runt við bussinum, sigur hann.
Hann heldur, at landsliðið hevur ment seg nógv tekniskt síðani tá. Kortini høvdu teir okkurt, sum núverandi landsliðsleikarar møguliga mangla.
- Landsliðið hevur ment seg sera nógv hesi árini. Teir duga betri at spæla. Men vit høvdu ein ófatiligan arbeiðsvilja tá, og hann manglar kanska nú, sigur Magni, sum er skrásettur fyri 30 landsdystir. Hann spældi sín fyrsta landsdyst í 1989.
Pengar
Magni heldur eisini, at føroyska landskappingin er vorðin sterkari.
- Leikararnir er leikliga betri fyri, og fótbólturin er vorðin meira seriøsur. Nú eru pengar eisini komnir uppí, og tað ger, at leikararnir raðfesta fótbóltin sera høgt, sigur Magni, sum als ikki hugsar um, at hann spælir móti summum dreingjum, sum hann kundi verið pápi at.
- Tá ið tú ert á vøllinum, hugsar tú als ikki um, um mótstøðuleikarin er 17 ella 40 ára gamal, sigur hann.
Útlendskir fótbóltsleikarar
Alt fleiri útlendskir leikarar leika í føroysku kappingini. Hetta heldur Magni ikki einans vera gott.
- Útlendsku leikararnir skulu hækka støðið, men tað er alt ov nógvir miðalgóðir ella vánaligir spælarar, sum eru komnir upp, sigur Magni, sum viðurkennir, at nógv er broytt, síðani hann byrjaði at sparka.
- Fyrr vóru tað einans lokalir, sum spældu við felaginum í bygdini. Síðani pengarnir eru komnir uppí, flyta spælarar millum feløg, og útlendingarnir gerast fleiri. Hetta havi eg torført við at venja meg við, sigur Magni.
GÍ í hjartanum
Hjá Magna hevur tað altíð verið einans eitt felag.
- Eg eri sera heimføðissligur, og GÍ hevur altíð verið mítt felag, burtursæð frá tí eina árinum, sum eg spældi í Slagelse. Eg fekk einaferð eitt tilboð frá einum øðrum felag, men tað kom ikki uppá tal, sigur hann.
Magni hevði ein steðg frá fótbóltinum uppá tvey ár, tá ið hann bygdi hús. Hann byrjaði tó aftur, og tað er ikki vist, at hann fer at gevast í nærmastu framtíð.
- Eg eri sjálvandi ikki ungur longur, men eg spæli so leingi, sum eg tími. Eg havi fyrr sagt, at eg skal enda við einum meistaraheiti, men tað vísir seg at ganga striltið, sigur hann og viðurkennir, at hann ikki hevði kunnað spælt fótbólt í so nógv ár uttan eina góða konu.
- Uttan eitt gott bakland, hevði hetta als ikki borið til, sigur Magni.
Fótbóltsfamiljan Jarnskor
Magni er í einari fótbóltsfamilju burturav. Øll systkini hava íðkað. Fýra av beiggjunum hava eisini leikt við besta liðnum hjá GÍ.
- Dánjal, John, Pauli og Henning hava eisini leikt við GÍ. Vit hava spælt fýra í senn. Hóast teir eru mínir beiggjar, so uppfatar tú teir sum vanligar viðleikarar á vøllinum, sigur Magni.
Mamma Magna vaskar venjingarklæðini hjá besta liðnum. Pápin er íðin fjeppari og plagar mangan at rópa harðast til dystir.
Magni hevur upplivað mestsum alt sum fótbóltsleikari, men hann hevur ongantíð spælt í aðru deild. Einaferð var tó nær við, at GÍ flutti niður.
- Á Skála fyrra árið var sera nær við, at vit fluttu niður. Skála skoraði til 2-1 nøkur fá sekund fyri leiklok, og so var GÍ niðri í næstbesti deildini. Tá bleiv alt svart fyri mær. Men GÍ skoraði til 2-2 einans 10 sekund aftaná, og tað gjørdist endaliga úrslitið. Við hesum úrslitinum varðveitti GÍ plássið í bestu deildini. Rómurin var øgiligur á vøllinum á Skála. Tað var sum at vinna meistaraheitið, sigur Magni.
Venjari
Magni hevur tikið tað fyrsta venjaraskeiðið. Hann kundi væl hugsað sær at verið venjari, tá ið virkna fótbóltsleið hansara er av.
- Eg starvaðist hálva tíð sum ungdómsvenjari hjá GÍ í fjør. Hetta dámdi mær sera væl, men tað bleiv ov strævið at hava við síðuna av mínum starvi hjá kommununi. Men eg kundi hugsað mær at verið venjari aftur, sigur Magni, sum ikki hugsar um at gerast venjari hjá besta mansliðnum hjá GÍ. Hann hevði tó ikki sagt nei til møguleikan.
- Um eg fái kjansin at gerast venjari hjá besta mansliðnum, sigi eg neyvan nei. Men eg hugsi mest um at venja børnini, sigur hann.
Ein av royndastu leikarunum í landinum fer aftur at traðka í gaggurnar, nú tá ið fótbóltskappingin byrjar aftur. Hann fer uttan iva at gera alt fyri at vinna enn eitt føroyameistaraheiti við tí felagnum, sum hann elskar, áðrenn hann gevst at spæla.
-----------
FAKTA
Føddur 16.11.1968
Giftur við Randi
Tey eiga tvey børn
Arbeiðir sum pedell hjá Gøtu Kommunu
Byrjaði at spæla fótbólt sum 7 ára gamal
Fyrsta dyst á besta liðnum í 1984 sum 15 ára gamal
----------------
Magni um ÍF
- ÍF hevur fólk aftanfyri, sum fegin vilja náa langt. Men tey koma ikki á mál. Teir hava tó góðar fótbóltsspælarar. Tað hava fuglfirðingar, sum hava spælt í øðrum feløgum, prógvað. Kortini slær ÍF ongantíð til. Tað má vera eitt ella annað, sum ikki riggar hjá teimum.
Magni um trúgv
- Eg eri kirkjufólk. Eg kundi tó gjørt meira við at farið í kirkju. Men aftur har kemur fótbólturin fyri. Vit spæla sunnudag og skulu ofta møta um kirkjutíð.
Magni um føroyskan mat
- Mær dámar sera væl føroyskan mat. Mær dámar allan føroyskan mat, men ræst kjøt og súpan er eitt tað besta.
Magni um politikk
- Eg blandi meg ikki uppí politikk. Tað hevur ikki mín áhuga. Eg fylgi eitt sindur við, tá ið tað er val og tílíkt, men ega havi næstan altíð avgjørt frammanundan, hvar eg seti krossin.Magni um ÍF
- ÍF hevur fólk aftanfyri, sum fegin vilja náa langt. Men tey koma ikki á mál. Teir hava tó góðar fótbóltsspælarar. Tað hava fuglfirðingar, sum hava spælt í øðrum feløgum, prógvað. Kortini slær ÍF ongantíð til. Tað má vera eitt ella annað, sum ikki riggar hjá teimum.
Magni um trúgv
- Eg eri kirkjufólk. Eg kundi tó gjørt meira við at farið í kirkju. Men aftur har kemur fótbólturin fyri. Vit spæla sunnudag og skulu ofta møta um kirkjutíð.
Magni um føroyskan mat
- Mær dámar sera væl føroyskan mat. Mær dámar allan føroyskan mat, men ræst kjøt og súpan er eitt tað besta.
Magni um politikk
- Eg blandi meg ikki uppí politikk. Tað hevur ikki mín áhuga. Eg fylgi eitt sindur við, tá ið tað er val og tílíkt, men ega havi næstan altíð avgjørt frammanundan, hvar eg seti krossin.