Danska svimjisambandið hevur í dag kunngjørt hópin, sum skal umboða Danmark til EM á stuttgeil í ísraelska býnum Netanya í desembur. Átta svimjarar eru úttiknir, og ímillum teirra er føroyski Magnus Jákupsson.
21 ára gamli Magnus Jákupsson, sum svimur við Farum Svømmeklub, kláraði ikki kravtíðina til kappingina, men er sloppin við av tí at tríggir svimjarar hava givið avboð fyri heldur at hugsavna seg um OL í Rio næsta ár.
Um úttøkuna av Magnusi sigur ítróttarstjórin í danska svimjisambandinum, Lars Green Bach, at Magnus er serliga góður í rygg á stuttgeil, og at hann í hesi kappingini hevur møguleika at menna seg í altjóða høpi.