Magnus Carlsen sigur HM-heitið frá sær

Fimmfaldi norski heimsmeistarin fer ikki at telva móti Jan Nepomnjasjtsjij komandi ár

Mynd: NTB

Mynd: NTB

31 ára gamli fimmfaldi norski heimsmeistarin í talvi, Magnus Carlsen fer ikki at telva um at gerast heimsmeistari í 2023.

 

Magnus Carlsen skuldi annars verja HM-heitið í talvi fyrst í 2023 móti Jan Nepomnjasjtsjij úr Russlandi.

 

Nú verður dysturin um HM-heitið millum Jan Nepomnjasjtsjij og Ding Liren úr Kina.  

 

Hetta kom fram í videopoddkastsendingini "The Magnus Effect", ið sponsorurin Unibet stendur fyri.

 

- Eg havi sagt mínum toymið, altjóða talvsamgonguni, FIDE og Jan Nepomnjasjtsjij frá, at eg komi ikki ikki at telva í tí komandi uppgerðini um HM-heitið. Eg eri ikki motiveraður til at telva um HM-heitið enn einaferð, sigur fimmfaldi HM-vinnarin. 

 

Í poddkastssendingini staðfestir Magnus Carlsen, at hann hevði ein fund við FIDE um avgerðina: - Eg hevði eingi krøv, og eg hevði heldur ikki nakað uppskot. Eg var har fyri at fortelja teimum, at eg vildi ikki verja HM-heitið, sigur Magnus Carlsen. 

 

FIDE royndi at koma við nøkrum uppskotum um hvussu dysturin um HM-heitið kundi broytast, fyri at fáa Magnus Carlsen at verja HM-heitið: - Vit høvdu eitt lítið kjak. Tey komu við nøkrum uppskotum. Mær dámdi nøkur av teimum. Onnur dámdi mær ikki, sigur Magnus Carlsen í videopoddkastssendingini. 

 

Mynd: NTB

Mynd: NTB