Í mong ár hevur hann verið í fremstu røð millum føroyskar tónleikarar. Nú gevur Magnus Johannessen út undir egnum navni. Í hesum døgum kemur forvitnislig føroysk fløga á marknaðin. Tað er pianisturin Magnus Johannessen, sum stendur aftan fyri hesa útgávuna.
Hann hevur áður útgivið tónleik við bólkum sum Plúmm og Greengate, men roynir seg nú við síni fyrstu veruligu solo útgávu.
Á fløguni er nýskrivaður jazz-kendur tónleikur eftir Magnusi, ið fevnir um alt frá sveimandi ljóðmyndum til tango og jazz.
Hóast talan er um nýggjan tónleik, so er hann ikki heilt ókendur. Magnus var við bólki sínum, Katla, í eitt tíðarskeið fastur gestur til jazzkvøldini á Hvonn. Her vóru løgini roynd áðrenn tey vóru tikin upp í studio. Eisini luttók bólkurin á Copenhagen Jazzfestival fjør.
Luttakandi tónleikararnir á fløguni teljast millum royndastu jazztónleikararnar bæði í Føroyum og í Íslandi:
Magnus Johannessen (FO)Piano, Keyboards,
Rógviá Rógvu (FO)Trummur, Percussion
Edvard N. Debess(FO)Bass,
Ólavur Olsen(FO)Trompet,Flygelhorn, Eb horn,
Dávur J. Magnussen (FO)Trombon,
Haukur Grøndal (IS)Saxofon, klarinett,floytur
Jóhann Ásmundsson (IS) Bass
Upptøkurnar til fløguna vóru gjørdar í Norðurlandahúsinum í fjør. Fløgan hevur sostatt verið ávegis eina tíð.
Tónleikurin er ljóðblandaður í Rainbow Studios í Oslo av Jan Erik Kongshaug, og tað er Jóannes Lamhauge sum hevur gjørt húsan.
Høvi verður at hoyra Magnus hósdagin 24.juni tá hann spælir í TUTLhandlinum í Havn kl. 16.