Magnus H. Olsen, ið hevur sín fótbóltsuppvøkstur í B71 hevur seinastu mongu árini leikt á liðnum hjá NSÍ. Magnus H. Olsen hevur unnustu úr Runavík og tí spælir skálvíkingurin við NSÍ.
NSÍ boðar í kvøld frá, at Magnus H. Olsen hevur longt sín sáttmála við einum árið. Tað vil siga at sáttmálin hjá Magnus H. Olsen nú gongur út við ársenda í 2015.
Umframt B71 og NSÍ hevur Magnus eisini umboðað B36. Tað gjørdi hann kappingarárini 2008, 2009 og 2010. Harafturat er Magnus H. Olsen skrásettur fyri 10 U-21 landsdystir fyri Føroyar, har hann eisini hevur skotið eitt mál.