- Eg eri glaður fyri, at viðgerðin var so góð fyri tað slagið av krabbameini, sum eg hevði, og eg vil gera mítt til, at øll børn fáa sama møguleika, sum eg fekk. Lækni ella granskari verði eg aldrin, men um eg kann hjálpa við at útvega fígging til lívsneyðugu granskingina, so havi eg í øllum førum gjørt okkurt.
Tað sigur 31 ára gamla kvívíkingurin Magnus F. Joensen, sum gekk í triðja flokki, tá hann fekk staðfest krabbamein, og nú er við á føroyska Rynkeby-liðnum, ið er ávegis til París.
- Tíverri eru tað ikki øll, sum koma undan við lívinum, og tað er bara gransking, sum kann gera munin, sigur Magnus, sum greiðir frá, at tað er serliga ein genta, sum hevur fingið hann at vera við á liðnum hjá Rynkeby.
Hon lá á somu deild sum Magnus á Ríkissjúkrahúsinum, og hevði tá fingið staðfest krabbamein fyri aðru ferð.
- Vit vóru nógv saman á sjúkrahúsinum, og vit hildu eisini sambandið, eftir at vit vóru komin heimaftur, sigur hann.
Beinta gjørdist sjúk aftur seinni og doyði.
- Hon er ein stórur partur av motivatiónini hjá mær. Hon hevði krabbamein tríggjar ferðir og livdi við stórum avleiðingum av sjúkuni, sigur Magnus, sum sjálvur fekk staðfest krabbasjúkuna Burkitt lymfom í 1996.
Magnus F. Joensen er í løtuni á veg til París saman við 48 øðrum føroyskum súkklarum. Endamálið er at savna pening til føroysk børn við lívshættisligum sjúkum og til foreldur teirra.
Les alla samrøðuna við Magnus F. Joensen í VikuskiftisSosialinum, sum er at fáa í sølubúðunum kring landið.