Magnus: KÍ-høllin er vælegnað til hálvfinalurnar

(Rás2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við formannin í flogbóltssambandinum undan hálvfinalunum.

Í dag er tann stóri steypahálvfinaludagurin í flogbólti í KÍ-høllini.

 

 

Frásøgumaðurin hjá Rás2, Óli G. Samuelsen fer at siga frá øllum fýra hálvfinalunum.

 

 

Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 95,9 og á FM 98,7.

 

 

Undan hálvfinalunum fekk Óli G. Samuelsen orðið á formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen.

 

 

Magnus Tausen er ikki firtin, men er heldur fegin um alt kjakið, sum hevur verið í sosialu miðlunum um KÍ-høllin er rætta valið ella ikki til steypahálvfinalurnar.

 

 

Magnus heldur, at kjakið vísir, at fólk taka flogbóltin í størsta álvara, og hava áhuga og umsorgan fyri ítróttargreinini.

 

 

Hann staðfestir í dag, at KÍ-høllin nú serliga gólvið er lagt og ljósviðurskiftini eru optimal, at fólk fara at fáa ein góðan flogbóltsdag norðuri í Klaksvík.

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna við Magnus Tausen, sum var gjørd undan hálvfinalunum. 

 

 

Óli G. Samuelsen prátaði eisini við flogbóltsviðmerkjaran, Hans Fróða Jensen, sum metti um og tippaði útfallið av teimum fýra steypahálvfinalunum. Tað prátið hoyrist HER

 

 

Dystirnir í KÍ-høllini eru hesir:



13.00 Fleyr - TB (kvinnur)
15.00 Dráttur - Mjølnir (kvinnur)

17.00 ÍF - Mjølnir  (menn)
19.00 SÍ b - SÍ a (menn)