Makedonar hjálptu dønum

Makedonia hevur júst rætt Danmark eina hjálpandi hond í EM-hondbóltskappingini hjá monnum. Tað gjørdu makedonar við at vinna millumfarsdystin ímóti Póllandi. Úrslitið var 27-15.

 

Makedonar byrjaðu dystin best, og í hálvleikinum vóru teir á odda við seks málum, 18-12. Teir megnaðu eisini at varðveita leiðsluna, men so fóru póllendingar at mansverja Kiril Lazarov, og tað gjørdi, at munurin minkaði. Tá fimm minuttir vóru eftir at spæla, var munurin tódnaður til tvey mál, 25-23. Men nærri komu póllendingar ikki, og so endaði dysturin 27-25.

 

Fyri danir var tað avgerandi, at póllendingar ikki vunnu á makedonum, so úrslitið var dønum til vildar. So er spurningurin, um danir sjálvir kunnu loysa sín part av uppgávuni, tá teir um eina løtu fara á vøllin ímóti Týsklandi. Kravið hjá dønum er einfalt. Teir mugu vinna.