MAKRELUR
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í næstum at taka støðu til, hvussu stór samlaða føroyska makrelkvotan skal verða fyri 2010, nú endaliga er greitt, at Føroyar ikki eru við í strandalandaavtaluni um býtið av makreli í ár.
- Vit hava alla tíðina sagt, at okkara partur í minsta lagi skal verða 15% av heildarkvotuni upp á 570.000 tons, og hetta svarar til umleið 85.000 tons.
Jacob Vestergaard vísir á, at tað verður tó ikki henda nøgdin, sum føroysk skip kunnu fara út at fiska í ár.
- Vit lata eisini makrel í býtið við onnur lond, og longu við ársbyrjan er talan um góð 20.000 tons, sum eru disponerað. Taka vit so eisini tey tonsini, sum longu eru útskrivað saman við tí, sum Havstovan hevur at ráða yvir í hesum árinum, er longu nú talan um eini 35.000-40.000 tons, sum eru disponerað av eini møguligari føroyskari heildarkvotu á 85.000 tons.
Landsstýrismaðurin sigur, at eitt tal upp á 85.000 tons hevur verið á borðinum og “vent”, sum hann tekur til, og sjálvur væntar hann, at samlaði føroyski kvotuparturin, sum hann fer at áseta í 2010, fer at snúgva seg um eitt tal ið líkist hesum.