Makrelur er góður svimjari

Makrelur er ein sera góður svimjari. Tað sást tá ið royndir vóru gjørdar við einum 640 m flótitrolið hjá Fiskirannsóknarstovuni. Hesar royndir vóru partur av eini verkætlan um at kannað flótitrol og fiskaatburð.

Á tí eina hálinum fingu teir makrel í. Teir svumu leingi við trolinum, uml. 10 min., og fóru so spakuliga aftur í posan. Eftur einari løtu komu fleiri brestandi framaftur og fóru allarhelst út úr trolinum.

Menn sum fiska makrel við trolið vita væl, at makrelur orkar væl at svimja. Teir mugu hava hægri tovferð tá ið teir fiska makrel í mun til tá ið teir fiska annan fisk. Ein samandráttur av filminum sæst á www.frs.fo