Tey trý partrolarapørini hjá Faroe Origin, Bakur/ Stelkur, Heykur/ Falkur og Rókur/ Lerkur, hava øll verið á makrelveiði í heyst.
Skipað hevur verið soleiðis fyri, at bert eitt par var á makrelveiði í senn.
- Tá hesi seks skipini eisini eru grundarlagið undir ráfiskatilgongdini hjá fiskavirkinum í Runavík, sum serliga arbeiðir upsa, valdu vit at gera soleiðis. Hetta merkir so eisini, at neyðugt ikki hevur verið at gjørt øll skipini út við reiðskapi til makrelveiði í senn.
Tað sigur Ingi Hansen, tekniskur leiðari hjá Faroe Origin við ábyrgd av skipunum.
Hann vísir á, at fyrstir á makrelveiði vóru Bakur og Stelkur, og tað tók teimum 5-6 dagar at fiska tey 1000 tonsini, sum kvotan var.
- Tá Bakur og Stelkur høvdu fiskað sína kvotu, fiskaðu Heykur og Falkur sína kvotu eftir 8-9 døgum - og at enda fiskaðu Rókur og Lerkur sína kvotu eftir 9-10 døgum. Kvotan hjá øllum pørunum var 1000 tons í part.
Hann sigur, at miðalprísurin, sum skipini fingu fyri makrelin, lá um 5,20 krónur fyri kilo, og alt fór til matna.
- Skipini partrolaðu, og Høgiklettur tók makrelin hjá skipunum inn, og hetta riggaði alt av tí besta, sigur Ingi Hansen, tekniskur leiðari hjá Faroe Origin.
Hann leggur aftrat, at makrelurin hevur verið eitt gott íkast hjá ísfiskatrolarunum í ár.