Sveinur Tróndarson
Í 1984 fingu vit eina nýggja samtíðarskattaskipan. Hon hevði við sær, at lønútgjaldingar skuldu skattaroknast so hvørt og skatturin gjaldast inn í landskassan beinanvegin.
Broytingin hevði eisini við sær, at lønútgjaldingin var flutt í bankarnar ístaðin.
Áðrenn var tað ikki so óvanligt, at arbeiðsfólk komu heim við útgoldnu lønini antin í kontantum ella í kekki.
Men, soleiðis er ikki longur. Bankarnir hava síðan nýggja skattaskipanin kom í gildi umsitið lønarútgjaldingarnar og tað hevur verið gjørt á tann hátt, at tey ymsu virkini hava latið inn lønarseðlarnar til bankarnar at tøppa inn í telduskipanina.
Hetta arbeiði hevur verið tikið sum ein sjálvfylgja. Og at tað bankarnir hava gjørt tað ókeypis hevur eisini verið tikið sum ein sjálvfylgja.
Men so er ikki longur.
Í brævið dagfest 28. august í ár gera bankarnir kundarnar varugar við, at nú fara teir at taka ómaksgjøld fyri at avgreiða lønarlistar.
Og skipanin kemur í gildi 1. september í ár, t.v.s. í gjár!
Kostnaður fyri hvørja linju
Í brævi, sum allir peningastovnarnir, sum hava loyvi til at umsita lønargjaldingar, hava sent út stendur at lesa, at teir hava avgjørt, at taka ómaksgjald fyri allar lønir, sum starvsfólk teirra skulu tøppa inn við hond fyri kundarnar í framtíðini.
Ómaksgjaldið verður 3 krónur fyri hvørja innlisna løn. Tað merkir, at standa 20 persónar á lønarlistanum, so er gjaldið 60 krónur fyri tann listan.
Brúki heimabankarnar
Tað, sum peningastovnarnir vilja við hesum átakinum er, at fáa viðskiftafólkini - og serliga virkini - at brúka tær nýggju heimabankaskipaninar.
Við hesum skipanum er tað møguligt hjá viðskiftafólkunum at flyta lønirnar av skrivstovuni hjá teimum sjálvum, júst sum vit hava sæð í lýsingunum ...
Og gera viðskiftafólkini tað, so hava bankarnir fingið »leysgivið« nøkur starvsfólk, sum tey kunnu brúka á øðrum økjum.
Tey smáu
koma at gjalda
Men hvør verður tað so, sum kemur at gjalda fyri lønirnar.
Vit hava tosað við onkran virkisleiðara um hetta málið og teir flestu stóru eru í teirri støðu, at teir longu nú lata lønirnar inn á diskli ella flyta lønirnar sjálvir. Og teir, sum gera tað, skulu ikki gjalda fyri lønarflytingarnar.
Men tey smærru virkini verða rakt.
Tað eru ikki øll teirra, sum hava eina umsiting, sum tekur sær av skrivstovuarbeiðinum, og í nógvum førum er tað virkiseigarin, sum ger lønarflytingarnar klárar um kvøldarnar.
Tað eru heldur ikki allir virkiseigarar, sum hava telduútgerð á skrivstovuni, og tí ikki hava møguleikan at flyta lønirnar sjálvir.
Ov seint fráboðað
Hinvegin eru fólk samd um, at fráboðanin hjá peningastovnunum er alt ov seint ávegis.
? Brævið frá peningastovnunum, sum er dagfest 28. august, kom í postinum 30. august og skipanin kemur í gildið 1. september. Tað er nakað verri nakað, sigur ein virkisleiðari vit hava tosað við.
? Hevði skipanin komið í gildi 1. januar 1999, so høvdu fólk møguleika at taka støðu til tað. Og kanska eisini tosað við peningastovnarnar um eina møguliga loysn á trupulleikanum. Nú kemur skipanin í gildi frá degi til dag og tað skulu kundarnir bara góðtaka. Tað haldi eg ikki er rætt, sigur hann.
Kroysta kundarnar
Tøkniliga framgongdin hevur verið sera stór seinastu árini og í útlondum er tað meira og meira vanligt, at bæði vanligar flytingar og lønarflytingar verða avgreiddar av skrivstovuni.
Men eins og í so nógvum øðrum førum, so koma vit føroyingar haltandi aftaná.
Fyrr í vár tóku peningastovnarnir heimagreisðluna í nýtslu og hóast undirtøkan fyri hesi skipan hevur verið góð, so hava verri enn so øll føroysk virkir og fyritøkur fingið sær hesa útgerð.
Tað er tí væl hugsandi, at hesi nýggju avgjøld hjá bankunum er eitt slag av pressión er ein háttur at kroysta kundarnar at taka við teimum nýggju útboðunum
Kunnu væntað
fleiri avgjøld
Hesi avgjøldini, sum peningastovnarnir áseta er tað fyrsta, sum vit føroyingar kenna til »gebyr«.
Avgjøld hava verið latin, men tað hevur oftast verið fyri ymiskar eykauppgávur, sum kundarnir hava fingið bankarnar at gera teirra vegna.
Hesi avgjøld, sum nú verða uppkravd, eru fyri tað, sum vit kalla vanligar bankatænastur.
Tí er væl hugsandi, at bankaleiðslurnar fara at leggja fleiriavgjøld á tdær vanligu bankatænasturnar í framtíðini.
Rentumarginalurin er vorðin sera lítil og vinningurin, sum bankarnir hava av útlánsvirkseminum er ikki so stórur, sum hann var fyrr, hóast hetta ikki sæst á úrslitinum hjá peningastovnunum hvørki í Føroyum ella í Danmark.
Skal bankin tí útvega sær aðrar inntøkur av bankarakstrinum uttan at fara út á onnur nýggj øki, so eru tænastuavgjøldini ein møguleiki.
Hann er tó illa dámdur millum kundarnar, tí júst hetta ger, at tað er torførari at samanlíkna kostnaðarstøði í teimum ymisku peningastovnunum, tí tá verður ikki nóg mikið við at hyggja at renukostnaðinum. Tá skal ein eisini roknað tænastuavgjøldini uppí.
Í londunum kring um okkum hava kundarnir verið sera illa nøgdir við tænastuavgjøldini.
Orsøkirnar hava verið greiðar. Teir halda ikki at tað er rætt, at peningastovnarnir taka tænastuavgjøld, samstundis sum teir hava milliardayviskot.
Í Danmark eru tænastuavgjøldini ein fittur partur av inntøkunum hjá peningastovnunum. Upp til 28 prosent av inntøkunum í donsku bankunum, meðan tey her heima bert umfata 6 prosent