Løgtingsval
Sjálvstýrisflokkurin hevur blást í lúður, tí nú skal tingsessurin í Suðurstreymoy vinnast aftur.
Síðani hevur verið dúgliga gitt, hvør tað verður, sum skal bera flokkin inn um tinggátt í landsins størsta valdømið aftur. Aðrastaðni í blaðnum sæst, at fyrrverandi Løgtingsmaðurin, Jákup Sverri Kass, meldar pass.
Á seinasta løgtingsvalið varð Malan Johansen toppskorari hjá flokkinum í Suðurstreymoy. Hon fekk 212 atkvøður og manglaði bara tvær atkvøður í at verða vald ístaðin fyri Kára P. Højgaard.
Men tað er eisini ivingarsamt um hon stillar upp aftur.
Hon er akkurát vorðin mamma fyri trimum vikum síðani og hon hevur ikki tikið støðu til, um politikkur er nakað fyri hana, sum støðan er nú.
Men væntandi verður løgtingsval ikki aftur fyrrenn í 2008 og nógvan kann broytast til tá.
- Tað kann vera, at eg síggi eitt sindur øðrvísi upp á tað tá, leggur hon afturat
Sjálvstýrisflokkurin hevur havt løgtingsumboð í Suðurstreymi síðan 1954, men misti sessin við løgtingsvalið í 2002.