Málbrongl, móðurmálsdagur og málpolitikkur – hvat hevði Jóhan Hendrik sagt

Jóhan Hendrik: Nú er fjórðingsár liðið, síðan Jóhan Hendrik fór í annað ljós. Á móðurmálsdegnum man vera hóskandi at minnast hann við takksemi fyri tað stórverk, hann avrikaði fyri móðurmál okkara.

 

Jóhan Hendrik, málprofessarin, málfrøðingurin, orðasavnarin, orðasmiðurin, málrøktarmaðurin, var vissuliga ein varði og bjartur viti á málsligu leiðini. Haraftrat var hann ein sera fryntligur og vinsælur maður, sum mær untist at kenna persónliga.

 

Vónandi fara málvitarnir eisini at lýsa bjart í komandi tíðum, og vónandi fara málvarðarnir ikki at rapla!

 

Málbrongl: Mangt er málsliga gott í sjónvarpi, útvarpi, bløðum, á portalum og aðrastaðni, men undantøk eru.

 

Rendi meg í sjáldsama grein við málbrongli, sum eg ikki hevði væntað at síggja í 2022. Mín sann snúði greinin seg um mál!?

 

Dømi úr greinini: viktigur, nemt, humør, begynnarabending, sirka, upp á tíðina, trenaður, ein slikk, fløti, úttrykt, verðins hjernar, fidusar.

 

Eg mundi dottið uppeftir!  Hasi donsku orðini verða ikki søgd so ofta nú á døgum, og nú sá eg tey á prenti!! Ótrúligt! Vónandi sleppur slíkt málbrongl ikki at troka seg inn í barnabøkur og aðrar bøkur!

 

Hvat hevði Jóhan Hendrik sagt?

 

Málpolitikkur: Málstrevið hesi seinastu 100 til 150 árini hevur verið strævið, tí summir føroyingar vóru ímóti sínum egna máli!?! Tíbetur vunnu móðurmálsvinirnir stríðið, og móðurmálið kom til heiðurs og æru.

 

Sambandsflokkurin man hava eitt sindur ringa samvitsku, tá gjørt verður vart við søguliga veruleikan, at flokkurin í sínum ungu døgum var móti okkara móðurmáli. “Vi færinger føler os fuldstændig som danske og ønsker at bevare dansk sprog på øerne”!!! (Javnaðarflokkurin var onkuntíð eisini í so sambandskur, tá talan var um at verja borg).

 

Danir vóru til reiðar at geva móðurmálinum betri sømdir, men sambandski meirilutin á løgtingi var ímóti!?! Huff, huff! Onkur má hava beiskan smakk í munninum! Tíbetur er nógv broytt. Nú taka allir flokkar undir við móðurmáli og flaggi.

 

Í seinastuni hevur  tó sambandsmaður havt skriv í miðlunum, har hann gremur seg um, at eitt málráð fyri nøkrum árum síðani tók undir við málrøkt / stavrøkt! Hevði hann veruliga væntað annað enn málrøkt í einum málráð? Vit eru altso í 2023, ikki 1923.

 

Móðurmálsdagurin 25/3: 25. mars er okkara móðurmálsdagur. Hesin dagur er føðingardagur V. U. Hammershaimbs. Síggi nú, at Sambandsflokkurin hevur landsfund júst hendan dagin! Kanska hevði tað verið eitt gott hugskot, at Sambandsflokkurin brúkar dagin sum ein sáttar- og iðranardag, har flokkurin leggur fortíðina aftur um bak og iðrar seg um móðurmálshugburðin í farnum tíðum.

 

Við móðurmálskvøðu á móðurmálsdegi

 

Eyðun á Borg