Málini: Svøríki-Danmark 2-1 (1-0)

(Kykmynd) 104. landsdysturin millum Svøríki og Danmark gjørdist spennandi, og alt er opið til týskvøldið

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj málini, sum komu í dystinum millum Svøríki og Danmark á Friends Arena leikvøllinum í Stokkhólmi í Svøríki. Talan var um fyrra EM Play Off dystin, og samstundis eisini landsdyst nummar 104 millum Svøríki og Danmark, síðani 1913.  Á upptøkuni síggjast eisini onnur hæddarpunkt í dystinum.

 

Svøríki hevði eitt gott útgangsstøði, tá teir vóru á odda 2-0, men 2-1 málið hjá Danmark ger, at alt er opið til returdystin á Parken leikvøllinum í Keypmannahavn komandi týskvøld klokkan 19.45. Vinnur Danmark 1-0 eru danskarar víðari til EM-endaspælið. Vinnur Danmark hinvegin 3-2, so er Svøríki víðari til EM-endaspælið. Stendur 2-1 til Danmark eftir 90 minuttir verður longd leiktíð. 

 

Upptøkan er frá Canal + Futbol. Upptøkurnar av málunum eru frálíkar, og øll málini verða víst aftur frá ymiskum vinklum á hesari upptøkuni.