Einasti dysturin í 1. deild hetta vikuskiftið var seinnapartin við Stórá í Trongisvági. Teir næstbestu hjá TB høvdu vitjan av B71, og úrslitið varð málleysur javnleikur. 0-0 ber við sær, at hesi bæði liðini framvegis eru undir strikuni. Sum stigatalvan vísir, so er tað av álvara farið at sansa at hjá sandoyingunum.
TB spældi seg til fleiri góðar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at skora sigursmálið, sum hevði borið við sær, at TB í stigum hevði verið ájavnt við EB/Streym.
Nú øll liðini hava spælt 23 dystir, er støðan henda:
B68 44
HB 42
Skála 39
FC Suðuroy 37
B36 33
Víkingur 33
KÍ 29
EB/Streymur 26
TB 24
B71 18
24. umfar
Leygardagin 14. september
B68-HB
TB-Víkingur
Skála-KÍ
B36-EB/Streymur
FC Suðuroy-B71