Tað var søgan um tvey sera ymisk avrik av málverjunum í teimum báðum seinnu dystunum í HM endaspælinum í gjár. Fyrst spældi Guillermo Ochoa ein framúr dyst í málinum fyri Meksiko, men síðani floppaði Igor Akinfeev fyri Russland og kostaði mál. Teir hava til felags at teir báðir eru málverjar og 28 ára gamlir.
Guillermo Ochoa ókeypis
Brasil og Meksiko settu hol á annað umfar í bólkaspælinum, tá teir fóru á vøllin klokkan átta føroyska tíð. Í Brasil var gjørt klárt til stóra sambaveitslu, men Guillermo Ochoa spældi helst sín lívsdyst og sløkti ljósið á Copacabana.
Hóast Neymar, Dani Alves og Thiago Silva royndu seg, so bar einki til. Guillermo Ochoa stóð í vegin hvørja ferð. Stutt aftaná dystin var heimspressan á gosi um 28 ára gamla sáttmálaleysa málverjan hjá Meksiko.
Hann spælir til dagligt við AC Ajaccio, sum í ár flutti niður í næst bestu deildina í Fraklandi.
Igor flopp
Í seinasta dystinum, sum var í gjár, spældu Russland og Suðurkorea. Hetta sá leingi út til at blíva ein keðiligur málleysur javnleikur, men so gjørdi Igor Akinfeev ein brølara av teimum heilt stóru, tá hann misti bólti í málið.
- Hatta var ein barnafeilur, sum ein málverji á landsliðnum ikki skal gera. Kanska eg var eitt sindur ósikkur, sigur Igor Akinfeev, 28 ára gamli málverjin hjá Russlandi.
Hepni var við Igor, tí løtu seinni javnaði Alexandr Kerzhakov fyri Russland.