Malmö FF er betri enn BK Häcken

Champions League: KÍ kann droyma, men dreymarnir skulu verða størri í ár

Í kvøld klokkan 18 spælir KÍ fyrra dystin í 2. undanumfarinum í Champions League móti svensku meistarunum  Malmö FF. Tað er næstan útselt á Eleda Stadion, sum tekur 21 túsund áskoðarar.

 

KÍ tók øll á bóli í fjør, tá felagið tryggjaði sær í minsta lagi eitt pláss í bólkaspælinum í Conference League, tá teir vunnu eftir brotssparkskapping móti BK Häcken – táverandi meistarunum í Svøríki. Malmö FF er núverandi meistari og sjey stig fremt í landskappingini. Nógv bendir á, at Malmö FF er eitt sterkari lið enn BK Häcken.

 

- Ja, tað kann mann gott siga. Teir hava ein siðvenju við at spæla í Evropa og at vinna í Svøríki. Hetta er sterk mótstøða og helst sterkari enn BK Häcken í fjør, men vit fara á vøllin við eini vón um, at fáa eitt gott úrslit, segði Páll A. Klettskarð við útvarpið í døgurða.

 

Áleyparin hjá KÍ legði afturat, at Malmö FF er eitt lið, sum spælir ágangandi fótbólt og vil gjarna leypa á. Páll A. Klettskarð segði eisini, at fyrireikingarnar hava gingið væl.

 

- Vit komu til Malmö FF fríggjadagin og hava nú eisin vant á leikvøllinum. Vit hava verið darvaði av skaðum í ár, men nú eru fleiri spælarar komnir aftur á vøllin og í gaggur. Teir, sum eru klárir, síggja eisini skarpir út, segði Páll A. Klettskarð við útvarpið.

 

Fyri KÍ kemur tað væl við, at spælarar sum René Shaki Joensen, Odmar Færø og Heini VAtnsdal aftur teljast millum teirra, ið verja. Jákup B. Andreasen, Mads Bo Mikkelsen, Hallur Hansson og Jonn Johannessen vera ikki við vegna skaðar. Minnini frá í fjør eru góð, men tey kunnu ikki brúkast til nógv í ár.

 

- Tað hevur verið eitt sindur av útskiftingum í hópinum frá tí dystinum, so hetta verður ein onnur uppgáva. Tað verður øðrvísi, men vit fara aftur at royna at skapa ein sensatión, sigur Páll A. Klettskarð.

 

Nógv bendir á, at KÍ aftur fer at spæla við trimum í miðverjuni og samanlagt fimm í verjuni. Páll A. Klettskarð verður helst einsamallur í álopinum. Stóra uppgávan er at halda lív í uppgerðini fram til returdystin í Klaksvík um eina viku.