Fyri 27. ferð í søguni er Malmö FF svenskur meistari í fótbólti hjá monnum.
Malmö FF tryggjaði sær í kvøld frammanfyri 21.258 áskoðarum á Eleda leikvøllinum í Malmö meistaraheitið annað árið á rað við 2-1 sigri á gamla fótbóltsrisanum, IFK Göteborg.
Danski Laurs Skjellerup legði útiliðið á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Men í seinna hálvleiki syrgdu Taha Abdi Ali og Hugo Bolin fyri, at Malmö FF vann dystin 2-1.
Tvey umfør eru eftir at leika, og Mikkjal K. Thomassen og hansara menn í AIK Stockholm fara at vóna, at Malmö FF megnar at vinna á Hammarby á útivølli komandi leygardag.
Malmö FF er fremst í deildini við 61 stigum. Hammarby hevur 53 stig á øðrum plássinum, og AIK Stockholm hevur 51 stig á triðja plássinum. Djurgården hevur 50 stig á fjórða plássinum.
Komandi mánakvøld klokkan 18.10 spælir AIK á útivølli móti IFK Norrköping. AIK má vinna fyri at kunna standa seg í hørðu kapprenningini við Hammarby og Djurgården um at sleppa út í Evropa komandi kappingarár. Nummar tvey og trý sleppa út í Evropa, meðan nummar fýra stendur við svartaperi.
Í øðrum umfarinum í Champions League undankappingini í summar vann KÍ 3-2 á Malmö FF við Djúpumýru í Klaksvík. Malmö FF vann tó heimadystin 4-1, og harvið samanlagt 6-4.