Málprát

Tú hoyrir mangt og hvat í fjølmiðlunum millum ár og dag, sum fellur tær fyri bróstið, men tað er ikki altíð, at tú tímir at gera vart við teg, men við hvørt kanst tú ikki halda tær, og tí hetta hjartasuffið.

 

Í dag er heilt vanligt at hoyra fólk siga “stille og roligt”,  og tey sýnast at halda, at hetta er føroyskt, men hetta er jú reint danskt, sum við so nógvum øðrum tílíkum máliskum, t.d.” hen ad vejen”, og tað enska “ so far” og “ you name it “ -  máliskur, sum eru heilt óneyðugar, tí vit eiga orðingar, sum siga júst tað sama, og orðingar sum “pá núverandi tíðspunkt” kunnu vit eisini koyra á vestfallið, og ikki at gloyma tað fjákuta “alt annað líka”, sum er púrasta óneyðugt.          

 

 Okkurt,  sum eg fyrr havi havt á orði, hevur gjørt mun, tí nú eru ikki so nógv frásøgufólk, sum siga aftara og fremra stong í staðin fyri at siga handara og næsta stong.

 

At veðurlag og veður ikki merkja tað sama, hava kringsvarpsfólk vita leingi, men nú eru vit aftur farin at hoyra fólk í kringvarpinum siga veðurlag í staðin fyri veður ella veðurlíkindi, veðurvánir.