HVUSSU bleiv við málsøkjunum og málunum, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund umsat! Hetta er ein áhugaverdur og sera relevantur spurningur at seta - ikki minst løgmanni, sum jú yvirtók tey kanska mest týdningarmiklu av hesum málunum.
HVUSSU við útbyggingini av flogvøllinum! Hvussu við undirsjóvartunnlinum! Hvussu við Skotlandssiglingini og hvussu vit tippingini fyri bert at taka nøkur av málunum fram.
TAÐ er einki dulsmál, at løgmaður ikki er lættur hjá føroysku pressuni at fáa hendur á. Sjálvandi er ein løgmaður nógv upptikin maður men hetta má ikki forða demokratiinum at virka. Og er tað so, at løgmaður, sum umsitur fleiri vanlig málsøki, ikki vil svara pressuni, tá hon setir honum spurningar, so virkar demokratiið ikki. Sosialurin hevur m.a. roynt at fáa løgmann at úttala seg um flogvallarmálið tvs. ætlaðu útbyggingina av flogvøllinum í Vágum. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa hann at svara hesum spurningum.
VIT skulu tí gera eina roynd á hesum stað at seta løgmanni hesar spurningar: Hvussu ber tað til, at einki hendur í spurninginum um ætlaðu leingingina av flogvøllinum! Danir hava jú sagt gott fyri eini útbygging, sum teir sjálvir gjalda. Men bíðað verður eftir løgmanni, sum yvirtók málið eftir S. PíG. Er tað so harra løgmaður, at tú als ikki ynskir hesa útbygging, tí tú heldur sær, at flogvøllur verður bygdur aðrastaðni. Og í sama viðfangi kann verða spurt, um ikki parkeringin av undirsjóvartunnilin er partur av somu søk - nevniliga henni, at løgmaður ynskir hvørki at útbyggja flogvøllin í Vágum og eiheldur at gera nakran undirsjóvartunnil!!!
SÍÐANI er tað Skotlandssiglingin. Eisini hesa ?arvaði? løgmaður eftir S.P.í.G. Tað vísir seg nú, at siglingin helst heldur uppat. Hon gevur undirskot nú, men hyggja vit frameftir, so eru útlit til, at henda sigling landsbúskaparliga kann geva okkum stórar fyrimunir, her verður m.a. hugsað um útflutningin av feskum fiskafløkum. Vit hava so oftani nevnt hetta áður: at tað er ikki rætt at síggja hesa sigling sum ein spurning um yvirskot ella undirskotsruta. Talan er um at gera eina íløgu í framtíðina eins og gjørt varð við ferðamannaflutninginum á sinni.
SPURNINGUR okkara til løgmann er: fer tú at fyritaka tær nakað, soleiðis at henda ruta ikki dettur heilt niðurfyri. Ella hóvar tær tað fínt, at tað syndarliga syndrið, sum er eftir av hesi rutu, eisini syndrast?
OG loksins - hvussu við tippiningini og tí málinum! Vit minnast, hvussu Sámal Petur í Grund mundi verið útblakaður úr Tinganesi, tá hann dittaði sær at nema við hetta málið. Nú eigur løgmaður tað alt sum tað er, og spurningurin er, hvat verður gjørt fyri at fáa skil á í hesum málinum, soleiðis at m.a. føroyingar, sum vinna, skulu kunna fáa somu sømdir sum danir, ið spæla við.
TÁ løgmaður ynskir og góðtekur at yvirtaka einstøk málsøki, sum annars hoyra landsstýrismonnum til, so fylgir ein stór ábyrgd eisini við hesum. Hann er tá bráddliga vorðin vanligur landsstýrismaður við teimum skyldum hetta ber í sær. Og ein av hesum skyldum er at vera tilreiðar at svara spurningum frá pressuni. Tvs. at hann verður noyddur at skifta løgmanskasjettuna út við landsstýrismannahúgvuni, tá hesi mál eru frammi. So einfalt er tað.