Malta-Føroyar 1-1: Málini og samanumtøka (FM1)

(FM1) Hoyr Tróndur Arge siga frá málunum og dystarendanum, og hoyr Agnar Frederiksen hjá Portalinum taka samanum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá báðum málunum sum komu í dystinum millum Malta og Føroyar í Nations League sum endaði við javnleiki 1-1.


2) Hoyr Trónd Arge siga frá dystarendanum og seta orð á avrikið.


3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Agnar Frederiksen, ítróttarskrivara hjá Portalinum.

 

Agnar Frederiksen heldur, at Føroyar stóðu sterkari í myndini í fyrra hálvleiki, og hevði møguleikarnar at leggja seg á odda. Føroyar komu ikki til teir stóru málmøguleikarnar í seinna hálvleiki, og Malta var nógv nærri einum sigursmáli tá. Agnar heldur, at talan var um eitt miðalavrik har málið um at sleppa undan at detta niður í lægsta styrkisbólkin til EM-undankappingina var rokkið.