Malta vann við tveimum

Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti fyrra venjingardystin, sum í hesum døgum eru á skránni á Malta, skrivar Fótbóltssambandið

Maltesisku kvinnurnar vóru stinnari, og vunnu hósdagin 2-0 í venjingardysti móti Føroyum - Mynd: fotoaquilina.com

Føroyska A-landsliðið við kvinnum tapti fyrra venjingardystin, sum í hesum døgum eru á skránni á Malta. Úrslitið gjørdist 2-0 til maltesisku vertirnar. Sunnudagin er mótstøðulandið Albania

 

Sum heild var talan um ein javnan dyst, tá føroyska A-landsliðið við kvinnum hósdagin royndu seg í venjingardysti á útivølli móti Malta. Dysturin varð spældur á Tony Bezzina Stadion á lítlu oynni í miðjarahavinum.

 

Eftir fyrsti trý korterini stóð á jøvnum 0-0, men tá avtornaði vunnu maltesisku vertirnir við tveimum málum. Úrslitið gjørdist 2-0 til heimaliðið. Annar dysturin á venjingarleguni á Malta verður sunnudagin 26. februar klokkan 13:00, og tá er mótstøðulandið Albania.

 

Venjingarlegan er fyrireiking til EM-undankappingina, sum byrjar fyrst í apríl mánað. Hvørjum londum okkara kvinnur skulu møta í undankappingini, verður avgreitt við lutakasti, sum verður týsdagin 5. mars.

 

Myndirnar niðanfyri hava vit fingið frá maltesiska fótbóltssambandinum.

##ms##

 

Maltesisku kvinnurnar vóru stinnari, og vunnu hósdagin 2-0 í venjingardysti móti Føroyum - Mynd: fotoaquilina.com