Malta-venjarin: Vit taptu uppá okkara mistøk

Hvør einasti fótbóltsdystur hevur sína egnu søgu, segði venjarin hjá Malta eftir at teir taptu 1-3 móti Føroyum

Tað var ein rættuliga skuffaður venjari hjá Malta eftir dystin móti Føroyum

Raymond Farrugia helt at hansara menn spældu minst líka væl, sum teir føroysku leikararnir, men gjørdu og nógv mistøk.

-Tá ið tú gert mistøk so kostar tað. Fótbóltur kann  vera eitt rættuliga ónt spæl og í kvøld máttu vit gjalda prísin, segði hann eftir dystin.

Malta-venjarin segði eisini, at nú er hesin dysturin avgreiddur, so nú eru tankarnir farnir til dystin á Malta mánakvøldið, tá ið Malta hittir Asserbajan á heimavølli.

 

-Føroyski landsliðsvenjarin hugsar so nú eisini um dystin móti Kosovo týskølvið, legði hann afturat.