Í umrøðunum, ið hava verið og eru av fótbóltsdystunum millum Føroyar og Malta, tykist sannur ruðulleiki at valda, tá ið fólkið á Malta skal nevnast. Summir frásøgumenn og blaðmenn siga og skriva maltesar, aðrir maltesarar. Tá ið orðið er bundið, tykist kortini lítil ivi vera um, at tað eitur maltesararnir, framborið/maltesarinir/. Vanliga verður eisini í hvørjumfalli sagt maltesarum.
Men hjá summum tykist tað, sum teir vilja snúra tunguna av lagi fyri at noyða seg at siga maltesum. Hvussu henda óvissa er íkomin, sjálvt hjá málsliga væl útbornum fólki, skal ikki vera gitt um her. Tí tann nevndi hvørjumfalsformurin (maltesarum) og tann bundni fleirtalsformurin (maltesararnir) siga nakað um ta innbygdu málkensluna hjá tí føroyska málbrúkaranum.
Eitt tað mesta virkna - kanska tað virknasta - eftirskoyti í føroyskum orðum er -ari. Tað hevur frá gamlari tíð verið, og verður enn, natúrliga brúkt til at gera nýggj orð burtur úr øðrum orðum, serliga navnorð burtur úr sagnorðum. Burtur úr sagnorðinum at skriva gera vit navnorðið ein skrivari um ein ið skrivar, og úr sagnorðinum at prenta gera vit navnorðið ein prentari um ein ið prentar (tað kann so báði sipa til ein persón ið hevur sum starv at prenta og í dag eisini eitt tól at prenta við).
Tílík navnorð hevur onkur nevnt gerðarnavnorð, tí tey eru heiti á einum ið útinnir onkra gerð. Men hetta eftirskoyti er nógv meira virkið enn so, tað kann eisini verða fest upp í orð ið ikki endiliga nevna ein ið ger okkurt, men eisini ið er er okkurt, t.d. nekari ella HF-ari ella 10-tonsari. Somuleiðis er hetta vorðið tann natúrligi hátturin at gera orð fyri heiti á fólkasløgum. Væl eru styttri heiti á fólkasløgum, eitt nú íri, dani, kroatur, tamilur og turkur, men tá ið vit skulu nevna mong onnur fólkasløg, serliga øll tey sum vit eru farin at hoyra um dag og dagliga, so er tað bygnaðurin við -ari, ið púra natúrliga býður sær til hjá málbrúkaranum við tí óspilta máloyranum. Tí eitur ein persónur av Malta ein maltesari, eins og ein úr Russlandi eitur ein russari, og soleiðis hava samansetingar sum russaraboyur, russaratundur og russarafiskur gjørt seg mestsum av sær sjálvum á føroyskum, og eisini er okkurt sum eitur maltesarakrossur. At royna at billa fólki inn, at ein sum býr í Europa, skal eita ein europei, og ein sum býr í Australia ein australii, kann bert bera boð um eina avskeplaða og rangvørga málkenslu. Hvørt óspilt mansbarn í Føroyum veit, at tað eitur europeari og australiari. og á sama hátt eitur tað koreanari, japanari (ella japanesari), indari, iranari, ísraelari, palestinari (ella palestinensari), jordanari, jugoslavari, albanari, týskari, italienari, kubanari, portugisari, ameikanari osfr.
Ótryggleikin í málnýtsluni, hvaðan hann so stavar, vísir seg júst í, at summi royna at bjarga sær við at siga russari í eintali og russar í fleirtali. Einki er meira skeivt enn tað, tí her er hurlivasin endaður í eini nýggjari bending, sum ikki er til á føroyskum. Tú hoyrir enntá óbundið russar og bundið russararnir (frb./russarinir/ - /russanir/, ið skuldi verið í samsvari við fleirtal russar, hoyrist t.d. aldrin og er sjálvsagt heilt óføroyskt).
Fleirtal av russari eitur sambært føroyskari skúlamállæru russarar (hóast vit í talumálinum hava bæði fleiri russara og fleiri russarir, alt eftir hvaðani úr landinum ein er). Eftir hesum mynstri kunnu vit staðfesta, at fleirtalsformarnir av dømunum omanfyri eru koreanarar, kubanarar, amerikanarar osfr.
Í tí, at vilja brongja orðini á henda hátt við at kubba endingar av teimum, liggur í grundini sera lítil virðing fyri móðurmálinum og teimum evnum og eginleikum tað eitur í sær at endurnýggja seg. Ja, talan er í roynd og veru um vanvirðing av sínum egna máli.
So góðu fólk, lat okkum taka okkum saman og fáa hetta uppá pláss!
Á Føroyamálsdeildini, 10. juni 1997
Eivind Weyhe