Mamma: Eg vil hava sonin aftur

- Sonur mín hevur tikið rúsevni og selt síðani hann var áleið 13 ára gamal.

-Eg havi einki eftir at missa. Sonur mín hevur tikið rúsevni og selt síðani hann var áleið 13 ára gamal. Løgreglan hevur roynt at funnið fram til bakmennirnar, men har er einki at gera. Nú vil eg koma við einari almennari umbøn til teir. Latið børnini fáa frið, sigur 40 ára gamla Angela Hentze, mamma at nú 16 ára gomlum dreingi, sum er rúsevnsmisnýtari. 

 

 

Í Vikuskiftis Sosialinum í kvøld verður hol sett á eitt higartil heldur ókent økið í Føroyum. At børn niður í heilt ungan aldur eru rúsevnismisnýtarar og seljarar fyri bakmenninar.

 

Hetta er ein trupulleiki, sum løgreglan og fólk innan barnavernd og rúsevnisavvenjingar heimin kenna alt til. 

 

Les millum annað søguna hjá Angelu Hentze, sum seinastu árini hevur sæð son sín koma longur og longur út í rúsevnisheimin.