"Mamma og barn" fótbóltur í Gundadali 1. hvítusunnudag

1. hvítusunnudag skipar ungdómsdeildin hjá B36 fyri einum øðrvísi tiltaki í Gundadali.

 

Millum klokkan 14 og 16 1. hvítusunnudag skipar B36 fyri mammu og barn (gentur og dreingir) undir skúlaaldri fótbólti. Pápar, ommur og abbar koma við at stuðla.

 

Møtt verður í B36-húsinum at gera lið, og klokkan 14.30 fer kappingin í gongd.

 

Ì ungdómshølunum verður kaffi at fáa, og kanska okkurt afturvið eisini. Ungdómsdeildin hjá B36 vónar at síggja eina rúgvu av mammum og børnum hugna sær við bóltinum, og tey vóna at síggja nógv fólk, sum koma niðan at hyggja eisini.

 

Seinnapartin vitjaði formaðurin í ungdómsdeildini hjá B36, Helgi Rasmussen seinnapartssendingina hjá Rás2. Har greiddi Helgi Rasmussen frá um ungdómsdeildina hjá B36, og um tiltakið 1. hvítusunnudag.

 

Prátið við Helga Rasmussen kann hoyrast í ljóðbrotinum undir greinini.