Mamman: Sonurin doyði í ørmum mínum

– Eg royndi at vakja hann. Eg risti í hann og klappaði honum varliga á kjálkarnar, meðan sjúkrasysturin rann eftir læknanum. Men tá helt Aron uppat at anda. Tað var síðstu ferð, at Tórður og Rini í Vági sóu sonin á lívi

– Eg royndi at vakja hann. Eg risti í hann og klappaði honum varliga á kjálkarnar, meðan sjúkrasysturin rann eftir læknanum. Men tá helt Aron uppat at anda. Tað var síðstu ferð, at Tórður og Rini í Vági sóu sonin á lívi

 

Soleiðis siga Rini Mørk og Tórður Holm úr Vági við Vikuskiftis-Sosialin. Fyrr í ár doyði 18 mánaðir gamlir sonur teirra, og í blaðnum greiða tey frá um longu sjúkraleguna og um, hvussu tey koma ígjøgnum sorgina.

 

Sosialurin hevur eisini spurt hjá samgonguni, hvussu tað gongur við uppskotinum um at hjálpa teimum ringast støddu børnunum í fátækraváða. Í mai í ár løgdu táverandi andstøðuflokkarnir, sum nú eru samgonga, uppskot fyri tingið um at játta slakar 10 milliónir krónur at hjálpa ringast støddu barnafamiljunum. Málið hevði sambært táverandi andstøðuni so stóran skund, at tað mátti samtykkjas tí summarfrítíðini. Men málið varð felt.

 

Nú er stýrir gamla andstøðan í Tinganesi, og nú hevur pípan fingið annað ljóð, tí nýggja samgangan heldur, at trupulleikin við neystøddu barnafamiljunum kann bíða til næsta ár.

 

Trýstið á pílin á myndini og hoyrið Barbaru Holm, sum er redaktørur á Vikuskiftis-Sosialinum greiða frá inni haldinum.

 

Sosialurin fæst í leysasølu í Havn í kvøld og kring landið í morgin. Blaðið kann eisini keypast á www.sos.fo