Mammur í politibúna

Nýggjastu politistarnir í Havn eita Rosa Mortensen og Halltóra Joensen. Tær halda ikki, at tað er ein vansi at vera konufólk í einum so typiskum mannfólkastarvi. Og hvørki børn ella smá, ið eru á veg, er nøkur forðing fyri, at tær til hvørja vakt lata seg í politibúnan við tilhoyrandi vápnum

 Halltóra Joensen og Rosa Mortensen vita væl, at summi mannfólk halda, at konufólk einki hava at gera í politinum. Men teir eru fáir eftirhondini. Og tær hava enn ikki møtt nøkrum her heima, sum hevur handan hugbuðrin. Niðri hittu tær tó onkran.


Mannfólkaverð?

Tær siga, at tær sjálvandi eru greiðar yvir, at mannfólkini eru betri fyri og sterkari kroppsliga. Men kvinnuligir politistar kunnu brúka júst tað, at tær eru kvinnur, sum ein fyrimun.

- Um vit koma út til ein bardaga, húsaófrið ella annan harðskap, so tosa vit okkum frá tí. Og tað sissar ofta illu menninar, tá tað kemur eitt konufólk, sum tosar róliga við teir.

- Ikki tí, mannligu politistarnir duga eisini væl at tosa, men ofta hava sansaleysir og ávirkaðir menn hug at loypa á, tá tað kemur eitt annað mannfólk og blandar seg uppí.

Tær eru samdar um hvussu týdningarmikið, tað er, at vakthavandi kennir arbeiðsfólki, og at hann dugir at útdelegera uppgávurnar til tey best egnaðu. Tí sjálvandi hava politistar, eins og onnur fólk, serligar styrkir. Og so kann tað gera tað sama, um tú ert konu- ella mannfólk. 

Halltóra heldur fram og sigur, at um tú dugir at seta teg í respekt og tosa við øll fólk, so er tað líkamikið, um tú gongur í gummistyvlum ella stillettum.

- Men tú mást klára eitt sindur av grovum mannfólka skemti, annars kanst tú bara pakka saman beinanvegin, siga tær flennandi.


Hví politi?

- Vit eru báðar nokk so rokaligar. Eru ikki akkurát typurnar, sum fara at læra til frisør. Vit hava til dømis báðar verið til skips. Rosa hevur siglt í langa tíð, og Halltóra hevur verið onkran túr á havinum, greiða tær báðar frá.

Men hvørgin teirra hevði nakran gamlan dreym um at gerast politist. Báðar siga seg minnast, at tær sóu eina lýsing eftir fólki frá løgregluni, og tað var rættiliga spontant, at tær søktu.    

- Eg ynskti mær eitt arbeiði, har tað hendi nakað. Og sum løgreglufólk veist tú aldri hvat dagurin hevur at bjóða. Og so kann eg ikki tola at arbeiða frá 8-16, greiðir Halltóra frá.

Rosa nikkar samd og leggur afturat,

– Eg hevði siglt í fleiri ár, men tá eg fekk sonin kláraði eg ikki at vera burtur so leingi í senn, so eg mátti finna mær okkurt arbeiði uppi á landi. Og hetta ljóðaði sera spennandi, tí tú kemur í samband við nogv fólk, og tað er eitt sindur av ”action” í gerandisdegnum, sigur hon.


Ógvusligar upplivingar

Halltóra og Rosa minnast aftur á tíðina, tá tær byrjaðu.

- Man fær ikki nakra bleyta byrjan, tí man verður bara blakaður út í tað. Og tað kann vera rættiliga hart í fyrstuni, tí alt er nýtt, og man dugir ikki rættiliga at fyrihalda seg til ymsu støðurnar, man kemur í, sigur Rosa.  

Og ungu bygdadamurnar hava sanniliga eisini verið úti fyri eitt sindur av hvørjum.

- Tað ringasta er, tá man kemur út til ung fólk, sum eru deyð. Vit hava sæð fólk, ið eru deyð av yvirdosis, í ferðsluni og sum hava lopið út av høgum bygningum, greiðir Rosa frá.

    - Man má bara læra seg at sláa kenslurnar frá. Tí tað er ofta sera óhugnaligt, tá man kemur út á staðið. Man skal bara seta í automatgear og fáa allar tær praktisku uppgávurnar frá hondini. Og so má man goyma reaktiónina til aftaná. Tað ber ikki til at reagera úti á staðnum, tí so er man ikki til nakra nyttu, staðfestir Halltóra.

     Tær siga tó, at tær skjótt fingu harða húð, av at arbeiða hjá politinum niðri. Tí har hendi allatíðina okkurt, og har var tað eisini lættari at fyrihalda seg til tey ringu tingini, tær komu út til, tí tær høvdu einki forhold til offrini, ið tær hittu.

- Eg minnist tó einaferð, eg var á veg út at fortelja eini ungari kvinnu, at mamma hennara var deyð, sigur Halltóra. – Tá eg hugdi í pappírini, sá eg, at mamman var javngomul við mammu mína, og at unga kvinnan var javngomul við meg. Tá kom tað knappliga tætt uppá, og aftaná hevði eg tað forferdiliga ringt, greiðir hon frá.

    Í høvuðsheitum er tað myrka og keðiliga síðan av samfelagnum, sum fyllir mest í teirra arbeiðsdegi. Og tað kann eisini gerast ov nógv at bera einsamallur. Rosa og Halltóra sláa í tí sambandi fast, at tað er ein ótrúliga góð hjáp at tosa við arbeiðsfelagarnar.

    - Vit eru ógvuliga opin her á støðini, og vit brúka hvønnannan til at tosa um tingini, ið vit koma út fyri. Og tað er sera gott kunna tosa við onkran, sum hevur verið úti fyri onkrum líkandi, vísa tær á.    

- Og her er eisini nógvur svartur humor. Man kann velja at seta seg niður og gráta, tá okkurt keðiligt hendir, ella man kann velja at flenna at tí, og tað gera vit eisini.


Mammur í skotsikrum vestum

    Rosa býr í Hoyvík við makanum og seks ára gamla soninum, meðan Halltóra býr í Hósvík við sínum maka og er við barn. 

Tá tær verða spurdar, hvussu politistastarvið hóskar saman við familjulívinum, er tøgn eina løtu.

- Tað er sjálvandi eitt puslispæl at hava skiftandi vaktir, tá man er mamma, svarar Rosa, og heldur fram, - Og tá eg havi verið úti til onkra vanlukku, ella verið úti fyri onkrari keðiligari støðu í arbeiðnum, fær sonurin eitt eyka klemm, tá eg komi heim. – Serliga í Danmark kundi vandi vera á ferð, og tá var eg ordiliga glað fyri at koma heim til hansara aftur.

Halltóra hugsar eina løtu, og minnist aftur á rokið sum var í Keypmannahavn í summar, tá sonevnda Ungdómshúsið varð selt, og tey ungu høvdu ógvusligar mótmælisgongur.

– Tað vóru nógvir samanbrestir við tey ungu, og vit vóru úti næstan hvønn dag til ófriðin, sum var í gøtunum. Tá tað var uppá tað harðasta, fóru vit í og úr skottryggum vestum dag og dagliga. Eg var júst vorðin við barn tá, og eg minnist at eg hugsaði, at hetta kanska ikki var nakað lív fyri eina barnakonu, sigur hon.

    Rosa heldur, at alt tað, tær síggja, sanniliga eisini ávirkar mátan tær hugsa um børnini. Serliga um tær koma út til heim, har børnini verða vanrøkt.

    - Tá man hevur verið úti í einum heimi, har einki fungerar og alt flytur, og børnini hava tað ringt, so rakar tað meg meint, tí eg sjálv eri mamma, sigur hon.

    - Ja, sigur Halltóra,  -man hittir so nógv fólk, sum eru komin í óføri og bróta lógina, og eg kann ikki lata vera við at hugsa, um míni egnu børn nakrantíð munnu fara at at gera tað, sigur hon hugsunarsom.



Munur á Føroyum og Danmark

Í Føroyum eru forholdini so smá, so tað er heilt nakað annað enn at arbeiða sum politist niðri.

    - Tað eru fleiri vansar við at arbeiða her heima. Her eru politistarnir hálv-almennir persónar, sum øll kenna. So vit hitta tey somu fólkini aftur og aftur. Tað ger man ikki niðri, vísir Halltóra á.

    - Her hugsi eg eisini um eg kenni adressuna, eg eri send út til. Og um nummarplátan, á bilum eg má steðga, er kend. Tí tá forholdini eru so smá, fer man altíð at koma í samband við onkran, sum man kennir, staðfestir Rosa.

    At landið er so lítið og tað er skjótt at koma fram, hevur eisini týdning.

    - Tá man verður sendur út til eina ferðsluvanlukku, er tað so stutt at koyra, tí landið er so lítið, at man kanska ikki nær at fyrireika seg mentalt. Og møguleikin fyri, at man kennir tey innblandaðu, er sjálvandi eisini stórur, heldur Halltóra.

    Men eisini á øðrum økjum er tað øðrvísi at arbeiða í Føroyum.

    Halltóra og Rosa eru yvirraskaðar av hvussu nógv heimleys eru í Føroyum, sum bara liggja avdottin úti á vegnum, og ongastaðni hava at fara. Og tær høvdu ikki væntað, at arbeiðið við ferðsluni fylti so nógv í arbeiðnum, sum tað ger. 

    - Og her er faktiskt meiri at gera, enn væntað, eru tær samdar um.




Faktaboks:

Nýggjastu politistarnir í Havn eru 27 ára gamla Halltóra Joensen úr Hvalba og 28 ára gamla Rosa Mortensen úr Skálavík. 

Tær byrjaðu í politiskúlanum í Keypmannahavn 1. august 2005 og vóru útlærdar 27. juni 2008.

Fyrsti føroyski kvinnuligi politisturin var Kristina Christiansen. Hon varð útlærd í 1986 og hevur starvast i Føroyum síðani.

Eftir Kristinu komu alsamt fleiri kvinnuligir politistar, og nú eru tær 10 í starvi á støðini í Havn.

Skúlin er uppbygdur í fýra modul, har arbeitt verður ímillum hvørt skúlaskeið.