Serliga eru tað viðurskiftini kring umboðsráðið, nevnd og stjórn, sum minna alt ov nógv um skeiva bygnaðin í Eik Banka.
Meðan Dimmalætting skrivar síðu upp og síðu niður, og Sosialurin í fleiri oddagreinum hevur funnist at hesum viðurskiftum, so hevur evnið als ikki áhuga í tíðindadeildini hjá Kringvarpinum, hvørki í sjónvarpi ella útvarpi.
Nú er Kringvarpið ein public service støð, sum vit øll eru tvungin at gjalda fyri. Men Kringvarpið er eisini ein kommersiell støð - ein støð, hvørs lívsgrundarlag er tengt at, hvussu nógv vinnulívið vil gjalda fyri lýsingarnar.
Ein tann besti kundin hjá Kringvarpinum er Tryggingarfelagið Føroyar. Tryggingarfelagið er sponsorur hjá Degi & Viku, sum er flaggskipið hjá sjónvarpinum. Kann tað vera so galið, at Kringvarpið ikki vil viðgera hetta evni av ótta fyri at missa lýsingarpengar frá Tryggingarfelagnum Føroyar?
Nei, vit spyrja bara, tí tað kann vera óheppið, um lýsingarsøla ávirkar tíðindaflutningin. Men soleiðis vilja politikararnir hava tað, og hetta eru treytirnar hjá Kringvarpinum.
So Trygvi og Flossi hava kanska stóran týdning fyri Tryggingarfelagið...