Stóri streymurin av flóttafólkum, ið seinastu mánaðirnar spakuliga hevur førkað seg frá Miðeystri og Norðurafrika niðan gjøgnum Evropa og út á motorvegirnar í Danmark, hevur veruliga sett síni spor í hugaheiminum hjá fleiri føroyingum.
Í kvøld verður skipað fyri einum tiltaki, har føroyingar savnast fyri at vita, hvat tey kunnu gera fyri at hjálpa, men longu í dag eru tað útvið 400 fólk, ið ikki bara spyrja, men eru farin til verka og savna pening fyri altjóða hjálparfelagsskapin Reyða Kross.
Ovurhonds stórur áhugi var fyri at hjálpa tá innsavningin byrjaði í hølunum hjá felagsskapinum á Bryggjubakka klokkan tíggju í morgun. Har tað undanfarnu árini hevur verið trupult at fáa nokk av innsavnarum, so er støðan fullkomiliga øðrvísi í ár. Fleiri av teimum, ið komu á gátt við einum ynski at hjálpa, fingu at vita, at tíverri so vóru ikki fleiri rutur eftir at ganga.
Ein teirra, ið fekk eina rutu er Halgir Winther Poulsen, ið hevur verið við undanfarnu árini.
- Eg havi verið undanfarnu árini. Tað er øgiliga hugnaligt at ganga við bússunum. Man møtir bara blíðskapi. Summi geva nógv, onnur geva minni, men øll geva. Vit plaga at fara ein túr seinnapart, tí fleiri havnarfólk sova fyrrapart leygardag.
Halgir Winther Poulsen vísir eisini á, at tað liggur ein stór ábyrgd á miðlunum at varpa ljós á tílík mál.
- Miðlarnir hava eina stóra ávirkan. Tiga teir, so kemur ongin. Men gera tey nógv burturúr einum máli, so koma fólk at hjálpa. Tað er gott, at undirtøkan er størri nú, men tað er syndarligt tá man veit hvat grundin til tað er.