Fyri fótbóltselskarar er talan um ein stóran dag í dag, tí í kvøld fer nevniliga heimsins størsta kapping fyri klubbfeløg av bakkastokki aftur. Champions League er kappingin, har øll tey bestu liðini í heiminum samlast í einari og somu kapping.
Manchester United við millum tey størstu aftur
Og serliga fyri fjepparar, ið halda við Manchester United verður tað eyka spennandi at fylgja við í Champions League í ár, í mun til í fjør. Manchester United var nevniliga ikki partur av Champions League kappingini í fjør, men er í ár við aftur millum teir stóru dreingirnar.
Manchester United skal í kvøld spæla á útivølli móti PSV Eindhoven úr Hollandi, og má roknast sum ein rímuliga greiður favorittur undan dystinum.
Ronaldo í stórformi
Eisini spanska stórfelagið, Real Madrid, byrjar kappingina í kvøld. Teir spæla á heimavølli móti ukrainska liðnum, Shaktar Donetsk, ið saktans kann geva Real Madrid størri mótstøðu, enn fleiri gera sær far um. Real Madrid hevur tó ein Cristiano Ronaldo í stórformi, tí um vikuskiftið skoraði hann ikki færri enn fimm mál í 6-0 sigrinum hjá Real Madrid ímóti Espanyol.
Zlatan ímóti sínum egnu
Sæð við norðurlendskum eygum, er dysturin í Fraklandi í kvøld millum Paris Saint Germain og Malmø FF eisini áhugaverdur. Stóra svenska stjørnan, Zlatan Ibrahimovic, sum hevur fingið sín fótbóltsuppvøkstur í svenska felagnum, Malmø FF, skal í kvøld spæla ímóti sínum egnu. Tað skerst heldur ikki burtur at Zlatan og hinar stjørnurnar úr Paris Saint Germain eru stórfavorittar í heimadystinum móti Malmø FF.
City er favorittur á heimavølli
Størsti dysturin í kvøld, verður tó í Onglandi har oddaliðið úr Premier League, Manchester City, skal spæla ímóti finalistunum frá í fjør og italsku meistarunum úr Juventus.
Manchester City hevur í ár fingið eina dreymabyrjan í Premier League, har liðið liggur á fremsta plássinum við fullum stigatalið. Merkisvert er eisini, at Manchester City ikki hevur latið eitt einasta mál inn higartil í kappingarárinum.
Verri hevur gingist hjá italsku meistarunum úr Juventus, sum bert hava eitt stig í teimum fyrstu trimum umførunum av italsku Serie A.
Útlini eru tí góð fyri, at Manchester City kann fáa ein góðan byrjan uppá Champions League kappingina í kvøld. Ein kapping, sum teir annars hava havt stórar trupulleikar við tey seinastu kappingarárini.
Tríggir dystir vístir
Allir dystirnir í kvøld byrja klokkan 19:45 føroyska tíð. Televarpið vísir tríggjar dystir beinleiðis. Tv3+ vísir dystin millum PSV Eindhoven og Manchester United. Tv3Sport1 vísir dystin millum Manchester City og Juventus, meðan Tv3Sport2 vísir dystin millum Paris Saint Germain og Malmø.
Dystirnir í kvøld:
Bólkur A:
Paris Saint Germain – Malmø FF (Vístur á Tv3Sport2)
Real Madrid – Shaktar Donetsk
Bólkur B:
PSV Eindhoven – Manchester United (Vístur á Tv3+)
Wolfsburg – CSKA Moskva
Bólkur C:
Benfica – FC Astana
Galatasaray – Atletico Madrid
Bólkur D:
Manchester City – Juventus (Vístur á Tv3Sport1)
Sevilla - Monchengladbach