Manchester United gjørdu sína skyldu

Manchester United hevði í kvøld vitjan av London liðnum Fulham, og serliga Cristiano Ronaldo var í essinum fyri United, ið vunnu tryggan sigur

Manchester United byrjaðu við sera offensivum spæli, og tað hildu teir áfram við, allan dystin á tamb.


Longu tá 10 minuttir vóru farnir av dystinum, kundi Cristiano Ronaldo so eisini leggja United á odda, og hendan støðan helt sær til hálvleiks, hóast kjansir kanska vóru til fleiri mál.


Wayne Rooney var aftur at síggja á liðnum hjá ”The Red Devils”, og hann vísti, at hann ikki hevur mist ov nógv av seinasta skaða sínum. Og tó, hann kundi havt skorað, men kanska var væntandi bóltførleikin eftir skaðan, ið var orsøk til hetta.


Stutt undan teimum 60 minuttunum á klokkuni kundi Cristiano Ronaldo leggja United á odda 2-0 við einum stútara, og avgjørdi í veruleikanum dystin, hvat málum viðvíkur.


Fulham liðið hevu havt tað sera trupult, og fleiri av teirra stuðulsleikarum eru uttanfyri við skaða, og sjálvt um teir høvdu verið við í dag, er als ikki víst at teir kundu gera United nakað.

Men lítið man vera at ivast í at Fulham venjarin, Lawrie Sanchez, gjarna hevði viljað havt fleiri stuðulsleikarar afturat í hópinum á Old Trafford í kvøld.