Manchester United á ovastu rók

Manchester United hevði í dag møguleikan at leggja seg á odda í Premier League. Teir vóru at vitjan hjá Sunderland, og her møtti Sir Alex Ferguson fyrrverandi leikara sínum, Roy Keane, sum nú er venjari hjá uppflytaranum. Sir Alex undirstrikaði, at hann er lærumeistarin. Manchester United vann dystin trygt 4-0 við málum frá Wayne Rooney, Cristiano Ronaldo og tveimum frá Louis Saha.

Eftir henda sigurin legði Manchester United seg á odda í Premier League við tveimum stigum, men sessurin var møguliga bara til láns, tí at klokkan 19.45 kundi Arsenal við einum sigri á Portsmouth aftur taka ovasta sessin. Men so varð ikki. Hóast góðar møguleikar at avgera dystin, mátti Arsenal taka til takkar við einum málleysum javnleiki, og harvið eisini 2. plássinum í Premier League.