Manchester United sigraði í Community Shield

Fyrsti dysturin í Onglandi við eitt sindur av týdningi varð spældur á Wembley í London í dag, tá greipuvinnararnir úr Chelsea tóku ímóti silvurheiðursmerkja-vinnarunum í Premier League, Manchester United.

 

Antonio Valencia legði Manchester United á odda stutt fyri hálvleik, tá Wayne Rooney legði flat innfyri úr høgru. Eitt korter fyri tíð økti nýggja keypið úr Meksiko, Javier Hernandez, til 2-0 eftir innlegg úr høgru. Løtu seinni minkaði Salomon Kalou um munin til 2-1, men Dimitar Berbatov avgjørdi í evstu løtu, tá hann lobbaði bóltin í málið til 3-1 Manchester United.

 

Tað gjørdist endaliga úrslitið og sostatt er Manchester United vinnari av Community Shield steypinum 2010.

 

Chelsea ? Manchester United(0-1) 1-3

0-1 Antonio Valencia 41

0-2 Javier Hernandez 76

1-2 Salomon Kalou 83

1-3 Dimitar Berbatov