Bara fáar hundrað metrar frá har, sum Nelson Mandela liggur illa sjúkur, fer forsetin í USA, Barack Obama, at lenda við sínari tyrlu leygardagin seinnapart.
Tað sigur tíðindarásin, NBC.
Tá tíðindini um vitjanina hjá Obama í Suðurafrika komu fram fyri fyrrverandi afrikanska forsetan, skal hann hava sýnt tekn um gleði, sambært dóttrini.
Sambært dóttrini, læt Mandela eyguni upp og smíltist, tá han fekk at vita um komandi vitjanina hjá Obama.
Seinastu mánaðirnar hevur Nelson Mandela ligið á sjúkrahúsi fleiri ferðir. Nú óttast fleiri, at tað gongur móti endanum fyri aldrandi frælsishetjuna, sum seinasti árini hevur stríðst við ringa heilsu.
Ein tíðindamaður hjá CNN sigur á Twitter, at aktiviteturin uttan fyri sjúkrahúsið, har Mandela liggur, er øktur, men ikki er greitt hví.
Barack Obama kemur á almenna vitjan og hevur sum so einki við Nelson Mandela at gera. Tað er lítið sannlíkt, at Obama fer at vitja Mandela, men um familjan setur fram ynski um tað, fer Obama fegin at vitja manin, sum hann kallar eina politiska fyrimynd, skal ein talsmaður fyri Obama hava sagt Suðurafrikansku myndugleikunum.
Obama, forseti, hevur leingi gjørt ætlanir fyri hesari ferðini til Arfika, sum eisini umfatar eina vitja i Suðurafrika. Har fer hann at hava samrøður við Jacob Zuma, forseta, og saman við konuni, Michelle, fer Obama eisini at vitja Soweto.
Obama, forseti, kemur til Suðurafrika fríggjadagin og fer avstað aftur sunnudagin.