Nevndarbroytingin í húsalánsgrunninum.
Besta dømið er frá nevndarbroytingini í húsalánsgrunninum, har fíggjarmálaráðharrin frá degi til dag, júst somu dagar sum almannamálaráðharrin kunngjørdi nýggjastu álopini á pensionistarnar, skifti nevndina út. Orsøkin var, at táverandi nevndarlimir vágaðu sær av halda nakað annað enn hann. Síðani setti hann egnar floksfelagar í nevndina- og sjeyfaldaði mánaðarligu samsýning teirra.
Er tað tekin um menn, ið mangla pening?
Dømi úr uttanríkisráðnum.
Ella dømi úr uttanríkisráðnum. Somu dagar sum báðar omanfyrinevndu hendingar fara fram, bíleggur landsstýrismaðurin í uttanríkismálum sær sjálvum triðja almenna ferð til USA. Ferð, sum ein, við fyriliti fyri peningi, lættliga kundi keypt fyri kr. 30.000 fyri trý aftur og fram úr Føroyum til Washington. Men ferð hansara, goldin við skattapeningi, kostaði kr. 167.964 krónur- tvs. gott og væl 52.000 krónur fyri hvønn.
Tekin um menn, ið mangla pening?
Metoyðsl við almennum peningi.
Her er talan um metoyðsl við almennum peningi, sum í øðrum londum hevði fingið álvarsligar avleiðingar her og nú.
Ferð eftir ferð at fara út til tey somu við eykakrøvum treytar. Treytar m.a., at tú sum landsstýrisfólk kennir ábyrgd og fyrst og fremst raðfesta rætt tann pening, sum tær verður litin í hendi at umsita.
Omanfyrinevndu dømi vísa tíverri, at tað ger verandi ABC samgonga ikki.