Manglandi støðutakan til umhvørvismál skaðar útflutning

Føroyskir útflytarar hava fleiri serføroyskar avbjóðingar í mun til kappingarneytar aðrastaðni. Hetta vil valfelag seta undir luppin á kjakfundi í Miðlahúsinum Føroya Væl skipar fyri kjakfundi um serføroyskar vinnuavbjóðingar í Miðlahúsinum týskvøldið 17. apríl kl 20.00 og sigur m.a. í tíðindaskrivi at:

Føroyskir útflytarar hava fleiri serføroyskar avbjóðingar í mun til kappingarneytar aðrastaðni. Eitt er grindadráp og eyka fluttningskostnaður.

Meira álvarsamt er, at føroyskir fiskaútflytarar missa trúgvar kundar, tí føroyingar ikki taka støðu í meira og meira átrokandi spurningum

viðvíkjandi umhvørvinum.

Føroya Væl, veljarafelag Sambandsflokksins í Suðurstreymi, bjóðar tí til almennan kjakfund í Miðlahúsinum í Vágsbotni týskvøldið 17. apríl kl 20.00

um hesar avbjóðingar.

Meinhard Jacobsen, stjóri á Faroe Seafood, leggur upp til kjak undir evninum serføroyskar vinnuavbjóðingar og tosar um at marknaðarføra burðardygga vinnu, politiskar karmar, marknaðaratgongd og arbeiðsmarknað.

Kaj Leo Johannesen, formaður sambandsflokksins, luttekur á fundinum.

Fundurin byrjar týskvøldið 17. apríl kl 20.00.