SUM siður hevur verið í mong mong ár helt løgmaður aftur í ár nýggjársrøðu, sum varð send beinleiðis í bæði útvarpi og sjónvarpi. Hetta er ein góður siður. Men vit hava eitt stórt hjartasuff at bera fram eins og vit høvdu tað undanfarna ár, tá vit høvdu viðmerkingar til røðuna hjá Edmundi Joensen, løgmanni.
EIN nýggjársrøðu hjá Føroya hægsta manni eigur at skoða yvir land og fólk sumvóru hesi ein heild. Hon eigur at bera boð um, at samanhald gevur styrki. At undirstrika okkara felags identitet. Vit eru føroyingar. Vit eru ein føroysk tjóð. Men at vit eisini skoða víðari enn bert kring okkum sjálvi - at vit hava ein víðan sjónarring og vilja vera partur av umheiminum við tí virðing og ábyrgd tað ber í sær.
TAÐ er ein misskiljing, um verandi løgmaður heldur, at nýggjársrøða hansara skal vera ein valtala fyri egna flokk sín. Tíanverri var mangt í røðuni í ár júst ein valtala, har sambandsflokkurin varð hevjaður til skíggja, og traðkað varð niður á onnur. Løgmaður átti at skammast. Hesin sami maður, sum annars við stoltleika tosar um breiðar semjur og um at kenna felags ábyrgd, tekur við nýggjársrøðum sínum grundarlagið undan hesum sínum vøkru orðum. Ger tey til einkis.
TAÐ, sum løgmaður fortelur Føroya fólki við síni nýggjársrøðu, er, hvussu vánaliga og ábyrgdarleyst allir aðrir hava stýrt - og hvussu fantastiskur sambandsflokkurin við løgmanni á odda hevur verið. Meðan alt gekk tann skeiva vegin ella stóð í stað, áðrenn sambandið tók við í 94, so er alt hetta broytt til tað betra, nú sambandsflokkurin hevur stýrt í fýra ár.
ÁLVARATOS harra løgmaður. Tú, sum sjálvur sýnist vilja gera løgmansembætið meira tignarligt og hátíðarligt - ja at vilja geva tí dám av einum ríkisleiðara - er tann fyrsti til at máa støðið undan hesum sama, nevniliga við at brúka eina slíka tignarliga og hátíðarliga løtu sum nýggjárið er - til sambandspolitiskt valpropaganda.
VIT ætla okkum ikki út í smálutir, men tá løgmaður breggjar sær so nógv av øllum tí fantastiska, sum hann og sambandsflokkurin hava gjørt fyri Føroyar - gloymir hann so ikki, at eisini aðrir flokkar og fólk hava roynt at fáa bilbukt við kreppuni og at byggja upp landið eftir kreppuna! Og gloymir hann ikki, at betraða støðan skyldast ikki sambandskum handverki, men harafturímóti í stóran mun góðum fiskaprísum og mentum fiskastovnum - nakað, sum hvørki sambandsflokkur ella sambandsløgmaður hava havt serliga ávirkan á!
ANDIN við nýggju stýrisskipanarlógini er at kunna samstarva meira - at kunnu fáa úrslit tvørtur um floks- og bygdamark. Fortreytin fyri hesum er virðing og dialogur. Ikki kann sigast, at nýggjársrøða løgmans í ár beyð til nakran dialog, tíansheldur varð merkt av stórvegis virðing fyri øðrum politiskum flokkum. Við slíkum framferðarhátti sagar løgmaður og harvið sambandsflokkurin av ta grein, sum teir sjálvir sita á. Tað kemur nevniliga tann dagur, tá hesin flokkur skal til at leita sær nýggjar samstarvsfelagar í løgtinginum. Hvør flokkur og ábyrdarfullur politikari hevur hug at vísa tí virðing og føra dialog við tann, sum als onga virðing hevur víst! Um hetta verður tað, sum sambandsflokkurin ætlar sær til val uppá, kann hann einsvæl pakka saman. Tí hvør flokkur við virðing fyri sær sjálvum - og øðrum - fer í samarbeiði við ein flokk og ein floksleiðara, sum bert vísir øðrum vanvirðing!