Joanita Zachariassen hevur leingi roynt at fingið sítt stóra gjøgnumbrot í tónleikaheiminum, og í dag er hon aktuell í nýggju sangkappingini, LIVE á DR1, har hon við sínum afropoppi er vælumtókt millum hyggjararnar.
- Eg visti ongantíð, hvat eg kundi forvænta, men eg visti, at eg hevði okkurt gott og øðrvísi, sigur Joanita Zachariassen um at melda seg til LIVE.
Áðrenn hetta hevur hon annars verið nógv spæld í Føroyum, og í heimlandinum Uganda toppaði hon hittlistarnar, og hon hevur eisini framført fyri drotningini og Henrik, prinsi.
Í Vikuskiftis Sosialinum kanst tú lesa um, tá hon og familja hennara flýddu úr Uganda til Danmarkar, tá hon var smágenta, og eisini greiðir hon frá, hvussu hon endaði í LIVE.