Fiskiveiðieftirlitið hvur eftirlit við fiskiskapinum á føroyskum øki og umsitir í hesum sambandi eygleiðaraskipanina á heima-, nær- og fjarleiðum. Í 2012 hevur nýtslan verið umleið eina millión krónurminni enn játtanin á eygleiðaraskipanina.
Eins og kunnað er um í fíggjarlógini fyri 2012 og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2013, skal fiskiveiðieftirlitið spara nógv í rakstrinum. Hetta setir stór krøv til stovnin um at loysa áløgdu uppgávurnar betri og bíligari.
- Hetta er ein verkætlan hjá Poul Laksáfoss, sum enn er á byrjunnarstøði. Vit hava havt eitt ávíst samskifti, serliga við Fiskiveiðieftirlitið, ið kundi hugsast at kunna gjørt nyttu av einari slíkari verkætlan, sigur Jacob Vestergaard.
Eitt slíkt ómannað flogfar kundi serliga gjørt nyttu í sambandi við leiting og bjarging, eins og við eftirlitisuppgávur.
- Hann er í holt við at menna eitt slíkt flogfar til ymsar líknandi uppgávur, og hann hevur brúkt fyri nakað at fíggjarligari hjálp. Á henda hátt vísa vit eisini, at almennu Føroyar eru áhugaðar í at stuðla, og tað er nakað, ið telur við, um hann skuldi út um landoddarnar at søkja stuðul, sigu Jacob Vestergaard.
Betri tænasta
Eitt slíkt ómannað flogfar kundi gjørt góða nyttu í serliga eftirlitsarbeiðinum, sum Føroyar hava bundi seg til at gera.
- Fiskiveiðieftirlitið ætlar at kanna møguleikan at brúka ómanað flogfør at loysa nakrar av verandi uppgávum hjá Fiskiveiðieftirlitinum á ein bíligari hátt ella stuðla upp undir verandi uppgávur fyri at fáa eina betri tænastu, sigur Jacob Vestergaard.
Millum annað er ætlanin at kanna, um ómanað flogfør kunnu brúkast til fiskiveiðieftirlitsflúgvingar, sum eyka samskiftis støð í sambandi við bjargingar og í sambandi við leitingar á sjónum.
- Til dømis kann eitt ómannað flogfar, sum fyrsta eind, sendast út í ringum veðri til at staðfesta til dømis ein EPIRB (Emergency Position Indicating Radio Beacon), sum gevur signal frá sær, ella far út á eina positión, har ein neyðrakett er staðfest, sigur Jacob Vestergaard.
Ómanað flogfør hava nógvar nýtslumøguleikar, eisini innan uppgávur, ið fiskimálaráðið ikki umsitur. Hetta er til dømis at loysa uppgávur fyri sjóverjuna, at hava eftirlit við føroyskum sjóøki ella loysa uppgávur fyri Umhvørvisstovuna í sambandi við dálking.
- Størsti fyrimunurin við ómannaðum flogførum er, at flogfarið kann sendast avstað, um man orakað av veðri ikki kann senda tyrlu ella bjargingarbátar avstað, sigur Jacob Vestergaard.
Fíggjarnevndin hevur sum nevnt játtað 280.000 krónur, ið skulu nýtast til eina sokallaða tøkni demonstratión.