- Vit vilja hava at vita beinanvegin, hvussu verður við Masters róðrunum á ólavsøku. Tí tað, sum er hent higartil, boðar frá væntandi virðing fyri okkum.
Tað sigur Masters manningin á Havnarbátinum, sum hevur biðið um fund við Róðrarsambandið um Masters róðurin og um startrøðina á ólavsøku.
Masters- manningin á Havnarbátinum mælir til, at 10 mannafør masters rógva beint eftir 5 mannaførini við dreingir og at startrøðin sostatt verður sum á Fjarðastevnuni í Vestmanna, tí tað riggaði stak væl.
Hinvegin vísti tað seg, at róðurin á Fjarðastevnuni dróg út, eitt nú tí at ein bátur ikki dugdi at leggja seg á startin.
Men hann skuldi verðið burturvístur, tí tað hevur Róðrarsambandið heimild til.
Men avleiðingin av seinkingini á Fjarðastevnuni var, Masters rógvararnir, skuldu revsast fyri tað
Avleiðingin varð, at RSF avgjørdi at flyta masters róðrarnar hjá kvinnum og monnum á Vestanstevnu framum klokkan 15.
- Vit góðtaka ikki hesa avgerð og halda hetta er ein óvirðilig avgerð, siga rógvararnir.
Sí alt brævið frá Masters manningini á Havnarbátinum til Róðrarsambandið niðanfyri.
aktuelt.fo/lesarabrov/masters_manningarnar_krevja_virding
Brævið stendur undir "Lesarabrøv" niðast á Portalinum