Manningin rýma av skipunum

Seta politikarar tiltøk í verk, sum fara at skerja inntøkutrygdina hjá fiskimonnum, ivast formaðurin í Reiðarafelagnum ikki í, at nógvir mans taka til rýmingar av føroyska fiskiflotanum

- Fara politikararnir at skerja sjómannafrádráttin og at gera inntøkutrygdina verri, mugu vit rokna við, at nógvir mans rýma av føroyska fiskiflotanum.

Tað ivast Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, ikki í.

Hann sigur, at longu sum støðan er nú, er tað tórført hjá fleiri skipabólkum at fáa manning.

Verður tað so gjørt upp aftur minni hugaligt at fara til skips, er stórur vandi fyri, at bikarið flýtur yvir og menninir og so stinga teir av.

Viberg Sørensen sigur, at hjá øllum húkaflotanum og garnaflotanum er tórført at manna skipini og verður inntøkan skerd enn meiri, meiri, verður onki at gera.

Viberg Sørensen staðfestir, at hetta síðsta árið er miðal avreiðingarprísurin hjá einum línuskipið farin niður í helvt og tað sæst tilsvarandi aftur í inntøkunum hjá manningunum

- Verða so tær skipanir skerdar, sum stuðla uppundir hesar manningar, verður grundarlagið tikið undan allari skipanini, sigur formaðurin í Reiðarafelagnum.